Fótbóltur
Fram, NÍF, Undri og Royn sleppa ikki at greiða atkvøðu, tá FSF leygardagin hevur aðalfund. Tað er ein av avleiðingunum av nýggja lógarverkinum hjá FSF, har grein 14.4 staðfestir, at feløg skulu hava tikið lut í bæði vaksnamanna- og ungdómskapping, um tey skulu hava atkvøðurætt á aðalfundinum.
Í 1998 varð samsvarandi regla samtykt, men longu árið eftir varð hon aftur broytt. Álvur Danielsen, sum tá var formaður í Fram, kundi ikki greiða atkvøðu, men hann fekk sannført aðalfundin um, at tað rættasta var, um øll feløg sluppu at greiða atkvøðu.
- Fyrst og fremst, so er tað sjálvandi ikki ein nøktandi støða, um tú bert sleppur at vera á aðalfundi sum eygleiðari. Eg greiddi frá, at tað kundi ikki vera rætt at hava ein aðalfund, har bert nakrir limir sleppa at greiða atkvøðu. Undir ÍSF hevur støðan altíð verið, at allir limir kunnu greiða atkvøðu, og tað sama er eisini galdandi, tá Føroyar eru á aðalfundi hjá UEFA ella FIFA. Har vigar okkar atkvøða nevnliga eins nógv, sum hon ger tað hjá Týsklandi ella Fraklandi. Tað vildi verið guff fyri Beckenbauer og aðrar, um teir vistu, hvussu atkvøðurætturin nú er skipaður í Føroyum, sigur Álvur.
UEFA og FIFA seta krøv
Tá lógarverkið hjá FSF varð umlagt, var tað lógar- og starvsnavndin hjá Fótbóltssambandinum, sum stóð fyri hesum arbeiði.
Og um ítøkiliga málið sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari, at hetta er í samsvari við tær altjóða reglur, sum eru á økinum.
- Nevnda regla var ikki partur av standard-reglunum, sum vit fingu á enskum. Men tað hevur so verið mett, at hendan reglan skuldi verða galdandi í Føroyum., sigur Ísak Mikladal.
- Og slíkar reglur eru als ikki ókendar innan FIFA og UEFA. Tey seta nevnliga eisini síni krøv, um vit skulu sleppa at greiða atkvøðu. Eitt av hesum krøvum er, at vit skulu taka lut við bæði A- og U-landsliðum. Og tá tað kemur til peningaveitingarnar, sum vit fáa frá hesum felagsskapuim, so eru eisini krøv um fjølbroytni við í hesum. Til dømis krevur FIFA, at ein avísur prosentpartur av teirra peningi skal nýtast til kvinnulandslið.
- Og talan er eisini um ymiskar reglur hjá ymsu londunum. Eitt nú hevur Luksemburg eina skipan, har feløg hava atkvøðurætt í mun til, hvussu nógv lið tey hava við í kappingum. Gjørdu vit tað her heima, so høvdu tey stóru feløgini einsamøll havt meirilutan á aðalfundinum, men ta regluna hava vit so ikki nýtt, sigur Ísak Mikladal.
Soleiðis sigur aðalskrivarin, at tað einki forgjørt er í, at rætturin at atkvøða er avmarkaður til tey feløg, sum hava meira enn tað eina liðið við í kappingini.