Fram strýkur avstað

Sjálvt um Fleyr vann fyrsta sett og eisini var nær við at vinna tað næsta, var tað uppiborið, at Fram vann dystin 3-1. Men tað var mest takkað verið servunum hjá Rúna Weihe og Pascu Romica

 

Higartil sær tað bara heilt gott út hjá Fram í meistaradeildini hjá monnum. Tríggir dystir hava givið tríggjar sigrar og seks stig, og í løtuni eru vónirnar góðar um eina góða endastøðu. Fram bleiv føroyameistari í 1997, og sjálvt um tað enn er langt eftir á mál, eigur eingin at verða bilsin, um Fram stendur ovast á sigurspallinum, tá kappingin endar tann 9. mars næsta ár.

Leygardagin vitjaði Fleyr í Eysturskúlanum og tapti 3-1. Dysturin var spennandi tvey tey fyrstu settini, men eftir tað var týðiligt at síggja, hvønn veg tað bar. Serliga í byrjanini av triðja setti gjørdi Fram bart og legði seg á odda heili 13-1, áðrenn Fleyr fekk fótað sær so nøkulunda. Teir fingu eisini minkað munin heilt nógv, men í síðsta enda var tað ov seint, og Fram vann hetta settið 25-20 og legði seg á odda 2-1 í settum. Í fjórða setti var Fram eisini klárt betri og vann 25-15.

At byrja við sá tað annars út til, at hetta kundi gerast ein heilt spennandi dystur. Sum altíð, tá tey bæði havnarliðini møtast, stríðast leikararnir av øllum alvi, samstundis sum teir eru eitt sindur spentari enn til aðrar dystir.


Fleyr mundi komið upp á 2-0

Fleyr legði betur fyri og vann fyrsta sett 25-21. Hetta var eitt javnt sett, og tað var tað næsta eisini. Fleyr var á odda 22-20, men Rúni Weihe, sum mundi vera besti leikari á vøllinum leygardagin, servaði settið heim fyri Fram, sum vann 25-22.

Og tað vóru eisini Rúni og leikandi venjarin Pascu Romica, sum servaðu Fram uppá 13-1 í triðja setti. Teir í Fleyr vóru rættiliga ráðaleysir, tí teir fingu als ikki fatur á servunum hjá hesum báðum og kundu tí ikki sjálvir seta nakað veruligt álopsspæl í gongd. Men teir komu kortini við aftur í dystin, men tað kunnu teir í Fram eisini takka sær sjálvum fyri, tí tað var sum um teir dovnaðu eitt sindur av hesi stóru leiðsluni.

Men tað gekk, og í fjórða og seinasta settinum høvdu teir allatíðina takið á dystinum og vunnu uppiborið.

Fram kann uttan iva spæla betur enn teir gjørdu leygardagin, men í løtuni eru teir so besta boð uppá ein føroyameistara. Men teir vita sjálvit betur enn nakar annar, at tað er langt eftir á mál, og tað skulu ganga fleiri mánaðir afturat áðrenn nakað verður avgjørt í meistaradeildini hjá monnum.