Fram vann greitt men til onga nyttu

Fram gjørdi sína skyldu og vann greiðan sigur á Gróttu, men Afturelding vann sær eitt stig á útivølli og føroyingaliðið hevur mist møguleikan at vinna seg í endaspælið

Føroyingaliðið í Reykjavík í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, Fram tók í dag móti Gróttu í næstseinasta umfarinum grundspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Fram vann greiðan 32-20 sigur á Gróttu. Í steðginum var Fram á odda 14-11.

 

Vilhelm Poulsen skoraði trý mál fyri Fram í dag. Sambært visir.is hevði Vilhelm níggju málroyndir í dagsins dysti. 

 

Men sigurin hjá Fram kann ikki brúkast til tað stóra, tí Afturelding tryggjaði sær javnleik 27-27 úti á Heimey móti ÍBV, og nú bara eitt leikumfar er eftir hevur Fram trý stig upp til Afturelding.

 

Sostatt enda Vilhelm Poulsen, Rógvi Dal-Christiansen og hinir í Fram uttanfyri átta tey ovastu liðini í grundspælinum, og sleppa ikki við í endaspælið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini á hesum sinni.

 

Afturelding hevur 23 stig og Fram hevur 20 stig, og 22 stig er tað mesta Fram kann røkka í grundspælinum. 

 

Hitt føroyingaliðið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, KA av Akureyri hevur longu tryggjað sær pláss í endaspælinum.

 

Í dag gekk tó einki serligt hjá KA, ið tapti 26-31 fyri Vali á útivølli. Í steðginum vóru valsmenn á odda 17-15. 

 

Sambært visir.is skoraði Allan Norðberg trý mál uppá átta málroyndir fyri KA. Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell hevði eitt bjargingarprosent uppá 38 prosent.

 

KA er nummar fimm í deildini við 25 stigum undan seinasta leikumfarinum.

 

Støðan: 

 

 

 

Lið:DystirMálmunurStig
Haukar21631:50637
FH21620:58128
Stjarnan21603:57525
Valur21611:56725
KA21568:55224
Selfoss21550:53924
ÍBV21613:58724
Afturelding21564:568 

23

 

---------------------

 
Fram21560:54520
Grótta21533:56814
Þór Ak.21469:5828
ÍR21495:6470