Framburður og evnini at undrast á tað sum er

Steinbjørn Hardlei


Um vit vilja samfelagsligan og vinnuligan framburð í Føroyum, so kann tað hugsast at vera skilagott at hyggja aðrastaðni kring heimin at leita okkum eyðkenni við samfeløg og vinnur, ið hava framburð og standa seg væl.
Eyðkenni fyri samfeløg og vinnur, ið hava framburð og standa seg sera væl í altjóða kapping eru:
"Evnini at undrast, og seta spurningar til tað verandi - tað sum er
"Fjølbroytni og ymiskleiki

Tá ið fjølbroytni og ymiskleikin hittast antin í einum samfelag ella innanhýsis í einari fyritøku, hendir í høvuðsheitum eitt av tveimum:
1) Tað verður undrast og spurgt inn til ymiskleikan fyri at skilja hann betur og møguliga skilja seg sjálvan betur, ella
2) Tað verður kveistra til viks beinanvegin og skýrt ikki nýtiligt í hesum samfelag og/ella fyritøku.

Um tað føroyska samfelagið og tær føroysku fyritøkurnar av einari ella aðrari orsøk ikki vilja fjølbroytni og ymiskleika, og ei heldur vilja skapa eitt umhvørvi har evnini at undrast á tað verandi verður virðismett, so er tað sjálvandi eitt val sum stendur frítt at velja.
Ongin ivi er tó um, at eitt tílíkt val er eitt afturhaldsval, og forðar fyri føroyskum framburði og altjóða kappingarføri. Hetta er ikki ein trúðarspurningur, men ein búskaparligur veruleiki.
Hví fremur tað framburð og altjóða kappingarføri at vit í Føroyum megna og tora at undrast við tað sum er?
Um vit ikki hava evnini at undrast á tað sum er, og seta spurningar sum: Hví gera vit soleiðis? Kunnu vit gera hetta ella hitt á ein annan hátt? Ella um vit skipa okkum øðrvísi, ella royna at skilja tað sum er annaleiðis og hýsa tí - vil tað so skapa eitt meirvirði fyri samfelagið og/ella vinnufyritøkuna? Ja so megna vit ikki tær neyðugu tillagingarnar, og broytingarnar, ið krevjast fyri at standa seg í altjóða kappingini um framburð.
Veruleikin er at jú meira ymisk og fjølbroytt vit eru, jú ríkari verður myndin av møguleikum og hugskotum til hvussu vit gera tað føroyska samfelagið og vinnulívið betri og meira kappingarført. Tað er júst í ymiskleikanum og í tí fjølbroytta at hugflogið og nýhugsanin nørist og mennist.
Vit hava eina sterka mentan í Føroyum, og nógv orka verður løgd í at varðveita og styrkja hesa enn meira. Men kann tað hugsast at hetta júst er stóra forðingin fyri framburði í Føroyum?
Kann tað hugsast at væntandi fjølbroytni og ymiskleiki í Føroyum gera okkum ótrygg tá ið vit møta hesum fólki, ið eru øðrvísi enn vit, antin tað eru fólk, ið hoyra einari aðrari tjóð og mentan til, ella tað eru føroyingar, ið eru annaleiðis ella koma við nýggjum og øðrvísi ætlanum? Kann tað hugsast at vera ein orsøk til at vit ikki eru so góð til altjóðagerðina, tí vit óttast at taka upp sambond við samfeløg og vinnur, ið hoyra aðrar mentanir og hugsanir til? Vandi er jú fyri at vit verða ávirkaðið og "órógvað" í okkara grundleggjandi hugsan, atburði og mentan!
Spurningurin er: Vilja vit í Føroyum veruliga nýhugsan og framburð? Vita vit í Føroyum hvat hesi fínu orð sum framburður, innovatión (nýhugsan), og visión veruliga merkja fyri okkara sam-felag í dag, og eru vit tilreiðar at fara tann vegin?
Tey sum vilja tað sum er hoyrast hart og týðiliga. Men eg undrist á hvar hini eru, ið halda at eitt samfelag, ið hevur evnini at undrast á tað sum er, bygt á fjølbroytni og ymiskleikan, er eitt gott samfelag, og eitt virðisskapandi samfelag. Við ikki at luttaka í kjakinum um framburð í Føroyum stuðla tit tí sum er, og tað er helst grundleggjandi orsøkin til at hesi fínu orð bert eru, og framhaldandi verða bert fín orð.
Grundleggjandi spurningurin, ið hvør einstakur føroyingur eigur at seta sær, er tí: Hvat fyri samfelag vil eg liva og virka í? Hvussu eri eg, við mínari hugsan og mínum atburði, við til ávikavist at stuðla og forða hesum samfelag at gerast veruleiki?