John Johannessen
Fólkatingsvalevni Javnaðarfloksins
????
Trýrt tú uppá einari ríkar Føroyar? Trýrt tú uppá, at vit standa okkum í kappingini við umheimin og harvið fáa ein sterkan búskap. Eitt sterkt vinnulív, sum er grundarlagið undir góðum sosialum skipanum, góðari skúlaskipan og sterkum mentanarlívi?
Javnaðarflokkurin trýr uppá tað. Eg trúgvi uppá, at hetta ber til.
Men skal hetta vera málið, mugu vit brúka politisku orkuna til at brynja samfelagið til alheimsgerðina. So mugu vit burtur frá konservativa stríðnum um fullveldi ella samband, ja ella nei, svart ella hvítt. Eitt stríð, sum onki úrslit gevur.
Javnaðarflokkurin er lykilin til tjóðskaparligu semjuna. Vit hava skapt semjuna í samgonguni.
Nú skulu vit skapa úrslitini.
Við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi fáa vit semju um yvirtøkulógina, veruligar heimildir í uttanríkispolitikki og sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum. Úrslitið av hesum verður størri orka til veruligu avbjóðingarnar. At styrkja samfelagið í altjóða kappingini.
Samstundis er eitt javnaðarumboð á Fólkatingi eitt gott amboð til at lata dyr upp til útheimin. Hetta er avgerðandi fyri framtíðar framburð.
Góði veljari ? lat okkum í felag hygga frameftir.
Latið okkum nýta politiska orkuna til at menna eitt positivt og fruktagott samstarv við Danmark og við allan heimin, samstundis sum vit menna okkara politiska og búskaparliga sjálvstýri.
Eitt samstarv millum javnlíkar samstarvspartar.
Leiðin fram í øllum altjóða høpi er samstarv.
Samstarv gevur úrslit á snøgt sagt øllum økjum.
Heimurin stendur okkara vinnulívið opin um vinnulívið klárar at takla altjóðagerðina.
Tað er tí altumráðandi fyri menning og framburð í Føroyum, at vit troyta møguleikarnar, ið altjóðagerðin bjóðar og at vit megna hetta.
Vit skulu tí vera við á altjóða pallinum ? vit skulu taka lut í altjóðagerðini viðurkenna altjóðagerðina sum eina røða av møguleikum og avbjóðingum ? ikki sum eina røð av hóttanum móti okkara mentan og samleika. Føroysk mentan og samleiki eru sterkari enn so, at tey verða týnd av altjóðagerð. Men hetta krevur, at vit støðugt menna og brynja okkum til altjóðagerðina við betri og betri útbúgvingarskipanum og við at byggja mentanarligar og politiskar brýr til umheimin.
Menna samstarv við Danmark, við ES sum heild og við aðrar tjóðir t.d. USA, Ísland og Noreg um útbúgving og gransking.
Fólkatingsessurin er eitt av mongum avboðum í hesi tilgongd. (Nýta fólkatingssessin sum eitt strategiskt ambið í hesi tilgongd fram móti nógv størri altjóða samstarvi)
Fólkatingið er ein av mongum stovnum, ið gevur góðar møguleikar at styrkja okkara støðu í altjóðagerðini.
Vit vilja tí nýta fólkatingsessin sessin sum lopfjøl út í heim. Hann kann vera við til at lata dyr upp úteftir á europeiska meginlandið og víðari ut í heimin.
Hava ein strategi fyri okkara altjóða samstarvi.