Jørgen Niclasen, løgitngsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at lærarar, og pedagogar, sum eru tænastumenn, ikki skulu tvingast úr starvi, tá ið teir eru 67 ár, men kunnu sleppa at arbeiða til teir fylla 70, akkurát sum onnur fólk í almennum starvi
Men bæði Lærarafelagið og Pedagogfelagið eru stak ónøgd við hetta uppskotið. Tey siga, at framferðin hjá Jørgeni Niclasen kann als ikki góðtakast, tí hetta er leggja seg út út í sáttmálaviðurskiftini hjá lærarum og pedagogum.
– Hetta er beinleiðis uppílegging í avtalurættin hjá Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag, siga feløgini.
– Tað er beinleiðis brot á lógarásetta rættin hjá feløgunum, tá Jørgin Niclasen nú leggur uppskot fyri løgtingið um at broyta fráfaringaraldurin, leggja tey afturat.
Tey siga, at feløgini kunnu als ikki góðtaka hesa framferðina.
– Jørgin Niclasen eigur at virða samráðingarrættin hjá feløgunum og taka uppskotið aftur sum skjótast ella eigur umsitingin í løgtinginum at vísa uppskotinum frá sær, siga Lærarafelagið og Pedagogfelagið í einum almennum mótmæli nú á miðdegi í dag.