Danska bruttotjóðarframleiðslan vaks 0,2 prosent í seinasta ársfjórðingi í fjør samanborið við teir tríggjar mánaðirnar frammanundan.
Tað vísir ein uppgerð hjá donsku hagstovuni, og sambært Ritzau-tíðindastovuni var hetta eisini tað, sum búskaparfrøðingarnir høvdu væntað.
Danska hagstovan sigur, at danska bruttotjóðarframleiðslan vaks 1,0 prosent í 2011.