Framgongd er væntandi

Samanumtikið kann sigast, at garnaskipini høvdu besta árið í 2000, men síðan hevur gingið aftur á. Ársúrslitið er minkað frá 2000 at rokna, og er við árslok 2004 vent frá avlopi til hall

Fiskivinna

Árini 2000 og 2001 royndust væl, men bæði 2002, 2003 og 2004 hava roynst minni væl.
- Samlaða fallið í nettosølu frá 2000 til 2004 er stívliga 40%, vísa Rasmussen & Weihe á.
Garnaskipini høvdu í 2004 eitt lakari úrslit enn árið fyri.
- Sambært hagtølum hjá Føroya Fiskimannafelag fyri teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár, er miðalprísurin hjá garnaskipum lækkaður 10% samanborið við somu tíð í fjør. Haraftrat kemur, at samlaða veiðinøgdin er minkað við 16%. Her skal tó havast í huga, at tølini fyri 2005 fevna um veiðina hjá 6 skipum í mun til 7 skip í 2004.
Rasmussen & Weihe staðfesta tí, at samlaða veiðivirðið tískil er umleið 10% betur fyrstu níggju mánaðirnar í 2005 í mun til somu tíð í fjør.
- Vit vænta, at garnaskipini fara at hava eina ávísa framgongd í rakstrinum í 2005 í mun til árið fyri, heldur felagið.
Samanumtikið kann sigast, at garnaskipini høvdu besta árið í 2000, men síðan hevur gingið aftur á.
- Ársúrslitið er minkað frá 2000 at rokna, og er við árslok 2004 vent frá avlopi til hall.
Sambært greiningini hjá Rasmussen &
Weihe hevur ognaravkastið hjá garnaskipum verið á einum lágum støði í 2002 og 2003 og er vorðið negativt í 2004. Sama er við renting av eginogn.
- Gjaldførið er nøkulunda gott, tó at tað er minkað síðan 2001. Soliditeturin er støðugt øktur fram til 2002, men fall í 2003 og 2004, hóast hann enn er góður, sigur felagið.
Miðalaldurin hjá garnaskipum er 37 ár.