? Hóast tað er gott at vera føroyingur í dag, so merkir tað ikki, at tað er lætt.
Millum annað soleiðis segði løgmaður um búskaparligu framgongdina í røðu síni gamlaárskvøld.
Løgmaður vísti á, at ár 2000 hevur verið eitt gott ár hjá Føroyum, eins og 1999 eisini var tað. Hann staðfesti, at vit aftur í ár hava verið vælsignað við góðum fiskiskapi og góðum fiskaprísum, eins og alivinnan eisini hevur havt stóra framgongd.
? Hetta eiga vit at fegnast um og vera takksom fyri. Tað er mennandi, og tað er spennandi at vera partur av einum samfelag, sum hevur framgongd.
? Men tað setir eisini stór krøv. Tá ferðin er stór, er vandin fyri at fara av kós eisini stórur. Tað vita vit av beiskum royndum, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Avbjóðani ár
Anfinn Kallsberg staðfesti, at sera stórar avbjóðingar standa fyri framman í árinum, sum vit júst eru stigin inn í. Og hetta eru avbjóðingar, sum koma at
krevja nógv av okkum.
? Tær kunnu hava við sær stór framstig, um vit megna at taka við teimum og tora at loysa tær á ein skilagóðan hátt. Men talan er eisini um avbjóðingar, sum kunnu gerast ein stór hóttan, og kanska enntá taka skorðarnar undan okkara samfelag, sum vit kenna tað í dag, segði løgmaður og vísti á, at tað tí er umráðandi at vit við hegni loysa tær uppgávur, sum avbjóðingarnar hava við sær.
Stóru avbjóðingarnar, Anfinn Kallsberg røddi um, vóru serliga tríggjar; nevniliga oljuvinnan, stóra yvirskot landskassans og ríkisrættarliga framtíðarstøða Føroya.
Oljan veldug avbjóðing
Í summar fara oljufeløg at bora eftir olju á føroyskum øki. Hetta heldur løgmaður vera eina velduga avbjóðing fyri ta politisku skipanina, umsitingina, vinnulívið og fyri alt Føroya fólk, tí tá skulu vit stýra størri kreftum og møguliga umsita størri virði, enn vit nakrantíð hava gjørt áður.
? Tað kann hugsast, at oljuvinnan fer at ávirka lønarlagið í landinum. Hetta kann gera, at aðrar vinnur ? og serliga fiskivinnan ? verða raktar, tí fólk heldur vilja arbeiða innan oljuvinnuna. Hesum mugu vit royna at fyribyrgja, tí vit vita, at oljuvinnan bert varir í nøkur ár. Skulu vit ikki standa á berum, tá hon endar, mugu vit syrgja fyri, at hon ikki køvir fiskivinnuna, men samvirkar við hana, segði løgmaður.
Men løgmaður væntar eisini, at oljuvinnan fer at hava við sær stórar mentanarligar avbjóðingar. Hann vísti í røðu síni á, at málið í oljuvinnuni er enskt, og tí verður uppgávan at varðveita og menna føroyska málið størri og torførari orsakað av oljuvinnuni.
Harafturat vísti løgmaður á, at tað eisini kann fara at ávirka mentanarlív okkara á annan hátt, um nógvir útlendingar koma til Føroya við øðrum siðum og øðrum krøvum til frítíðartilboð enn tað, vit eru von við í Føroyum.
? Alt hetta krevur av okkum, at vit gera okkum greitt, hvat tað eru fyri virði, vit ynskja at byggja okkara samfelag á. Og tað krevur av okkum, at vit gera karmar og seta krøv, sum gera, at okkara samfelag veruliga verður skipað eftir hesum virðum. Málið skal vera, at vit skulu stýra oljuvinnuni ? hon skal ikki stýra okkum, segði løgmaður.