Kollafjarðar skúli skal umbyggjast fyri einar seytjan milliónir ? uttan MvG. Hetta hevur Mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð gjørt av.
Byggingin verður býtt upp í tvey byggistig. 1 byggistig skal vera liðugt á sumri 2004, og 2. byggistig skal vera liðugt á sumri 2005.
Útbyggingin í Kollafjarða skúla merkir seks nýggjar skúlastovur, bókasavn/námsdepil og onnur høli.
Við nýggju hølisviðurskiftunum skal framhaldsdeild eisini vera í Kollafirði, soleiðis at kollfirðingar sleppa undan at ferðast langa veg tey síðstu árini í fólkaskúlanum. 10. flokkur verður tó ikki í Kollafirði.
Tórshavnar býráð ætlar at játta peningin tey komandi árini.
Tann stórt saknaða ítróttarhøllin í Kollafirði skal ein áhugabólkur standa fyri, og Tórshavnar kommuna letur væntandi eini 30% í stuðuli, men óvist er, hvar restin av fíggingini skal koma frá.