Ársúrslitið var slakar 125 milliónir krónur í yvirskoti, sum er nær um tvífalt so nógv sum árið fyri, tá ársúrslitið var 68 milliónir krónur.
Felagið eigur og rekur tvey uppsjóvarskip, eitt verksmiðjuskip og tvey línuskip. Uppsjóvarskipini eru Fagraberg og Høgaberg, sum fiska pelagisk fiskasløg. Akraberg er eitt verksmiðjuskip og fiskar fyri tað mesta tosk í Barentshavinum umframt rækjur. Harafturat eigur felagið frystilínuskipini Stapan og Jógvan I.
Felagið eigur saman við øðrum upsavirkið P/F Faroe Origin og P/F Pelagos, ið virkar uppsjóvarfisk. Umframt hetta eigur felagið í Globe Traker Aps og Sp/F Faroe Islands Sustainable Fisheriies, og onnur partabrøv.
Ættarliðsskifti er farið fram í Framherja. Í hesum sambandi hevur felagið selt sín part í íslendska Samherja, og Samherji hevur selt sín part í Framinvest.
Eigaraviðurskiftini í felagnum vóru endaliga umskipað í juni í ár. Íslendska felagið Samherji, sum var við til at stova Fraherja, er ikki longur partaeigari í felagnum. Anfinnur Olsen og børn hansara eiga nú allan partapeningin í Framherja gjøgnum holdingsfelagið Framholding, sum eigur 67 prosent av Framherja, og Framinvest, sum eigur 33 prosent av Framherja.
– Harvið er Framherji vorðið 100 prosent føroyskt, skrivar felagið í ársroknskapinum.
Nettasølan felagsins var í 626 milliónir krónur í mun til 473 milliónir árið fyri. Úrslitið eftir skatt er 127,9 milliónir krónur í mun til 82,6 milliónir krónur árið fyri. Úrslitið er ávirkað av ymiskum viðurskiftum, eitt nú at felagið hevði ein roknskaparligan vinning við søluni av gamla Akraberg á 40,5 milliónir krónur, skrivar felagið.
Tøki peningurin hjá felagnum er í 2022 øktur við 49,4 milliónum frá 78,3 til 127,6 milliónir krónur.
Í móðirfelagnum er ársins nettosøla 340,7 milliónir krónur í mun til 295,2 milliónir krónur árið fyri. Úrslitið eftir skatt er 124,8 milliónir í mun til 68 milliónir krónur árið fyri.
Tøki peningurin er í 2022 øktur við 3,5 milliónum frá 59,2 til 62,7 milliónir krónur.
Um hugt verður eftir úrslitinum áðrenn skatt og avgjøld, so kann hetta sundurgreinast, sum víst niðanfyri:
##med2##
Soleiðis eru eigaraviðurskiftini í Framherja, vísir ársfrágreiðing felagsins:
##med3##