Kravið frá ákæruvaldinum var, at veiðan verður konfiskerað, og at skipini skulu sektast við bót, tí tað í 2006 hevur fiskað 614 tons fleiri av norðhavssild, enn hvat kvotan hjá reiðarínum var. Bótin, ið kann koma, kann ljóða uppá umleið ein millión krónur.
Hetta ætlar reiðaríið at gjalda um tað verður dømt, men Anfinnur Olsen, reiðari, metir, at báðir partar standa illa, tí hetta er ein trupulleiki, ið kann henda fyri øll skip.
- Vit hava eina kvotu á umleið 12.000 tons av norðhavssild, og at vit fara 200 tons framvið er ikki nógv. Hin møguleikin er, at vit ikki kunnu fiska kvotuna upp, staðfestur reiðarin. Restin av hesum 614 tonsunum komu sambært reiðaranum í einum øðrum háli, har teir veiddu eftir svartkjafti.
- Vit kunnu ikki gera við, at svartkjaftur og sild ferðast í nøkulunda somu støðum, so eg dugi ikki at síggja, hvussu vit skulu verja okkum fyri, at fáa sild í, tá vit veiða svartkjaft, vísir Anfinnur Olsen á.
Fylgja lógini
Anfinnur Olsen vísir somuleiðis á, at hann ikki hevur nakran trupulleika við Fiskiveiðieftirlitinum, ið tók skipini.
- Teir mugu sjálvandi fylgja lógini, so eg veit ikki, hvat mann skal gera. Lógin er innrættað soleiðis, at antin kann mann ikki veiða alla kvotuna, ella veiðir mann ov nógv, staðfestir Anfinnur Olsen, sum vísir á, at tað hevði verið ein fyrimunur, um mann kundi farið eitt sindur framvið kvotuni, tí tað er ógjørligt at vita upp á tonsið, hvussu nógv er í trolinum. Hann heldur somuleiðis, at mann kundi gjørt soleiðis, at skipini fingu eina skipan, at tað mann fiskaði ov nógv árið frammanundan, fekk mann minni árið eftir.
- Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Eg haldi bara, tað er ein óheppin skipan, sigur reiðarin.
Aðrar fyritreytir
Ein møguleiki, ið kann syrgja fyri, at málið koppar til fyrimuns fyri Framherja, er, at tað fyrr hevur verið loyvt at flyta sildakvotur ímillum tað, ið er norðanfyri 62 stig og tað ið er sunnanfyri, har reiðaríið hevur havt loyvi at veiða eini 2000 tons.
Tí skal Fiskivinnumálaráðið eisini upp í málið, tí soleiðis kann mann staðfesta, um nakar møguleiki er fyri, at skipið í veruleikanum ikki hevur veitt 614 tons ov nógv.
Málið útsett
Tá málið var fyri í rættinum fríggjadagin, var ein trupulleiki, at vitnið frá Fiskiveiðieftirlitinum hevði forfall. Hetta hevði við sær, at avgjørt var at útseta málið. Tað vil siga, at ein nýggjur rættarfundur verður.
- Bólturin liggur hjá ákæruvaldinum nú, og tað vil siga, at málið ikki var ordiliga greitt frammanundan. Nú fingu vit so ein upplýsandi fund, og so mugu vit síggja hvat hendir, tá málið kemur fyri aftur, vísir Jóannes Madsen, dómari í málinum, á.