Framkomin ljósskipan klár at taka í nýtslu

Nýggja ljósskipanin á Tórsvølli er nú liðug, og verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni, tá manslandsliðið møtir Kekkia, skrivar Fótbóltssambandið

Nýggja ljósskipanin á Tórsvølli er liðug, og verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nýggja ljósskipanin á Tórsvølli er nú liðug, og verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni, tá manslandsliðið møtir Kekkia, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Tá gamla ljósskipanin á Tórsvølli varð tikin í nýtslu í 2011, var hetta eitt frambrot fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Men nú vóru ljósini so mikið slitin, at styrkin í lampunum livdi ikki longur upp til tey krøv, ið verða sett, tá landsdystir skulu spælast.

 

– Harafturat var eisini munandi ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar. Í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin. Vit eru tískil sera væl nøgd við nýggju skipanina, sum nú eru klár at taka í nýtslu.

 

Tað sigur varaaðalskrivarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Kristin Dam Ziska, við heimasíðuna hjá FSF, nú arbeiðið, at skifta ljósini á Tórsvølli er liðugt. Tað er Musco Lighting, ið er veitari av nýggju ljósunum. Samlaður kostnaður av verkætlanini liggur um 11 milliónir krónur.

 

Nýggja ljósskipanin verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni, tá manslandsliðið tekur ímóti Kekkia í EM-undankappingardysti á Tórsvølli.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Nýggja ljósskipanin á Tórsvølli er liðug, og verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni - Mynd: Hans Erik Danielsen