Framløga av bók um rokskipara

Í Stóra Pakkhúsi í Vági verður framløga í kvøld av bókini, Jóan Petur hjá Mouritsi, sum Absalon Absalonsen hevur skrivað. Eisini verður sangur, felagssangur og ein drekkamunnur at fáa

Framløga

Í kvøld klokkan 20 verður almenn framløga av bókini hjá Absalon Absalonsen um Jóan Petur hjá Mouritsi, rokskipara úr Vági.
Framløgan verður í Stóra Pakkhúsi í Vági, har rithøvundurin fer at siga frá um bókina, og Finnbjørn og Terji fara at syngja. Eisini verður felagssangur saman við harmonikuspæli, og fólk fáa eisini ein drekkamunn.
Rithøvundurin Absalon Absalonsen, sum er vágbingur, er sjálvur sjómaður, og tað hevur hann verið alt sítt arbeiðslív. Hann fór til skips sum 15 ára gamalur og hevur higartil siglt í samfull 52 ár.

Siglir og skrivar
Seinnu árini hevur Absalon eisini fingist við at yrkja og skriva.
Fyrsta útgávan hjá honum var yrkingasavnið, Løkur lítli, sum kom út fyri fýra árum síðan. Til jólar í fyrraári kom skaldsøgan, Hjálp úr neyð, og til jólar í fjør kom bókin um Sornhúsfólkini.
Nú kemur so bókin um Jóan Petur hjá Mouritsi – ella Jóan Petur Joensen, sum hann kallaðist.