Framleiðslan á Chestnut steðgað

Trupulleikar eru við boriskipanini á Seven Hummingbird boripallinum

Oljufelagið, Atlantic Petroleum, boðar í dag frá, at framleiðslan á Chestnut økinum er fyribils steðgað.

 

Hetta er gjørt sum eitt trygdartiltak í sambandi við trupulleikar við boriskipanini á Seven Hummingbird boripallinum.

 

Ein av tólv fortoyingum á pallinum riggar ikki, og framleiðslan er tískil steðga fyribils, meðan feilurin verður kannaður.

 

- Vit kunnu staðfesta, at eingin annar skaði er hendur, og stabiliteturin á boripallinum er tann sami. Einki umhvørvisleki er farið fram í sambandi við hendingina, stendur í tíðindaskrivinum.

 

- Tað er sjálvandi eitt vónbrot, at Chesnut framleiðslan er steðgað, men vit vilja framhaldandi arbeiða saman við okkara samstarvsfeløgum til tess at syrgja fyri, at trygdin er í lagi umborð á boripallinum, samstundis sum vit miðja ímóti at fáa framleiðsluna í gongd aftur sum skjótast. Í løtuni hava vit ongar ætlanir, um at broyta væntaðu framleiðsluna fyri 2013, men hesin fyribils steðgurin í framleiðsluni ber við sær, at vit nú rokna við at verða í niðara markinum á væntaðu framleiðsluni, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum.