Á seinasta býráðsvali vantaðu bara átta atkvøður í hjá Framsókn at fáa 13. býráðssessin í Havn. Og tað ætlar flokkurin at klára hesaferð.
Fyri at vinna inn um býráðsgátt, so krevst, at listin fær í minsta lagi 13. býráðslimin valdan. Um vit gjøgnumganga atkvøðutølini seinst, so sæst, at tað vantaðu ikki nógvar atkvøðu í hjá Framsókn at vinna hendan sessin. Saman við Framsókn rukku Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin heldur ikki inn um gáttina.
Um vit trekkja atkvøðurnar hjá Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum frá – og rokna við atkvøðunum hjá Framsókn, so sæst, at flokkurin var ikki langt frá hesum 13. sessinum. Hetta er sjálvandi hypotetiskt. Men atkvøðurnar hjá teimum listum, sum ikki verða valdir, fara í veruleikanum "til spillis", tí tær telja ikki við grundarlagnum undir teimum býráðssessum, sum verða valdir.
Tað er sjeynda umboðið hjá Javnaðarflokkinum, sum Framsókn hevði kappast við. Sjeynda umboðið hjá Javnaðarflokkinum varð valt við 657 atkvøðum (4.599 býtt við 7 = 657).
Skuldi Framsókn fingið hetta umboðið, so skuldi annaðhvørt Javnaðarflokkurin fingið 56 færri atkvøður, ella Framsókn 8 atkvøður fleiri.
Í talvunum niðanfyri sæst, hvussu raðfylgjan var av teimum 13 sessunum í Tórshavnar kommunu á seinasta býráðsvali fyri teir fýra flokkarnar, sum fingu umboð vald – og Framsókn, sum var um reppið at fáa 13. umboðið.
Í prosentum: |
|
|
| |
Fólkafl | Sambandsfl | Javnaðarfl | Tjóðveldi | Framsókn |
|
|
|
|
|
16,5 (4) | 10,62 (8) | 43,22 (1) | 23,55 (2) | 6,10 (14) |
8,25 (10) | 5,31 | 21,61 (3) | 11,78 (6) | 3,05 |
5,50 | 3,54 | 14,41 (5) | 7,85 (11) | 2,03 |
4,13 | 2,66 | 10,81 (7) | 5,89 | 1,53 |
3,30 | 2,12 | 8,64 (9) | 4,71 | 1,22 |
2,75 | 1,77 | 7,20 (12) | 3,93 | 1,02 |
2,36 | 1,52 | 6,17 (13) | 3,36 | 0,87 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Í tølum: |
|
|
|
|
Fólkafl | Sambandsfl | Javnaðarfl | Tjóðveldi | Framsókn |
1756 (4) | 1130,00 (8) | 4599,00 (1) | 2506,00 (2) | 649,00 (14) |
878 (10) | 565,00 | 2299,50 (3) | 1253,00 (6) | 324,50 |
585,33 | 376,67 | 1533,00 (5) | 835,33 (11) | 216,33 |
439,00 | 282,50 | 1149,75 (7) | 626,50 | 162,25 |
351,20 | 226,00 | 919,80 (9) | 501,20 | 129,80 |
292,67 | 188,33 | 766,50 (12) | 417,67 | 108,17 |
250,86 | 161,43 | 657,00 (13) | 358,00 | 92,71 |