Framsókn eina atkvøðu longur frá býráðnum

Fínteljingin flutti Framsókn eina atkvøðu longur burtur, og Tjóðveldi var millum 124 og 341 atkøvður frá fjórða býráðsliminum

Ført hevur verið fram fleiri ferðir, at um Framsókn hevði fekk níggju atkvøður fleiri á býráðsvalinum, so var sætið í býráðnum tryggjað. Og soleiðis vóru tølini eisini valkvøldið. Kortini hevur fínteljingini flutt nakrar atkvøður soleiðis, at Javnaðarflokkurin fekk fýra afturat, og tað økti um munin til Framsókn við einari atkøvðu. Hevði Framsókn havt tíggju fleiri atkvøður, so var Framsókn í Tórshavnar býráð.

Tjóðveldisfólk hava eisini tosað um lítla munin millum fjórða umboðið hjá Tjóðveldinum og sjeynda umboðið hjá Javnaðarflokkinum. Her hava tey helst ikki givið sær far um, at fleiri atkvøður skulu til at flyta eina atkvøðu, tá tølini eru býtt. Fyri at finna atkvøðutalið hjá fjórða umboðnum hjá Tjóðveldinum, so verður samlaða atkvøðutalið býtt við fýra. 31 atkvøður resta í hjá Tjóðveldinum fyri at røkka sjeynda umboðnum hjá Javnaðarflokkinum. Men tá skal 31 altso faldast við fýra, so Tjóðveldinum tørvar 124 atkøvður fyri vinna fjórða sætið.

Skuldu atkvøðurnar heldur flutt seg frá Javnaðarflokkinum, so skal sama talið, 31, faldast við sjey. Soleiðis skuldi Javnaðarflokkurin mist 217 atkvøður, fyri at mist sjeynda umboðið til Tjóðveldi. Soleiðis eru 341 atkvøður, sum kunnu flyta seg, áðrenn tað nervar mandatbýtið millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.

So nógv broytir ein fínteljing ongantíð. Eingin hevði heldur roknað við, at fínteljingin fór at geva Framsókn hesa 10 atkvøðurnar, tó at møguleikin var til staðar.

Tøl eru lagalig – men tølini hava talað. Og nú fíntalt er í Tórshavnar kommunu, broytti tað einki í samansetingini av býráðnum, tó at onkrar einstakar atkvøður fluttu seg millum flokkar og valevni.