Framsókn nóg góða undirtøku at koma í Tórshavnar býráð

VELJARAKANNING 6 prosent er nóg mikið hjá Framókn at fáa umboð valt í Tórshavnar býráð. Sambært veljarakanningini í Sosialinum mánadagin hevði lutakast verið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn um 13. sessin í Tórshavnar býráð

Framsókn hevur nóg stóra undirtøku til at fáa eitt umboð valt í Tórshavnar býráð á valinum týsdagin. Tað vísir veljarakanningin, sum Sosialurin kunngjørdi mánadagin. Tá varð kortini sagt, at Framsókn ikki megnaði at koma upp um sperrumarkið, sum er 7,7 prosent. Men hetta er ein misskiljing.
Til løgtingsval er sperrumarkið 1/33, sum svarar til 3,03. Flokkar, sum fáa lægri undirtøku enn tað, eru ikki við í býtinum av tingsessum. Men hetta er ikki galdandi á kommunuvalið, su er ásett í kommunuvallógini.
Í grein 19, stk 2 í kommunuvallógini stendur, at »samlaða atkvøðutalið hjá hvørjum lista verður at býta við 1, 2, 3 o. s. fr. til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi.«
Tað merkir, at tølini hjá øllum flokkum í Havn skulu býtast, til funnið er fram til teir 13 sessirnar, sum býtast skulu. Sambært veljarakanningini í Sosialinum er neyðugt at býta øll tølini við seks, sum er tað mesta, sum størsti flokkkur, Javnaðarflokkurin, kann hugsast at fáa.
Og gera vit tað, so síggja vit, at sætta umboðið hjá Javnaðarflokkinum fær seks prosent. Tað sama fær Tjóðveldi á fjórða pláss og Framsókn á fyrsta plássi. Tað vil aftur siga, at um úrslitið var eins og kanningin, so var lutakast millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn um 13. býráðslimin í Tórshavnar býráð.
10.215 fólk vóru á vali seinast. Um vit siga, at Framókn fær 6,0 prosent av hesum talinum, so hevði flokkurin fingið 613 atkvøður, og tað hevði verið nóg mikið til eitt umboð – men í hesum føri í harðari kapping við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
Seinast ein av lítlu flokkunum var umboðaður í Tórshavnar býráð, var á valinum í 1996, tá Ronald Poulsen varð valdur fyri Sjálvstýrisflokkin.