FRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 14. desember frá kl. 14.00 til kl. 17.30 og leygardagin 15. desember frá kl. 11.00 til kl. 14.00 verður áhugaverd framsýning og framførsla í Gallarí Ribarhúsi í Fuglafirði.
Fríggjadagin 14. des. kl. 14.00 til 17.30
Jógvan Zachariassen, fagottspælari, sýnir fram nýggju instrumentalu fløguna »FAITH« við tónleiki á høgum stigi. Á fløguni eru sálmar sum »Bert ein dag«, »Nærri mín Gud til Tín«, »Hon er frí«, »Sig ikki Harrans náði nei« og onnur kend sum ókend løg. Eisini spælir Jógvan eitt Kingo-lag.
Jógvan verður hjástaddur sjálvur við fagottini og kemur saman við øðrum at føra fram og spæla fjølbroyttan tónleik. Umframt nýggju fløguna »Faith«, verður høvi til eisini at keypa ta gomlu fløguna, »MAKING MELODY«, sum kom út í 1997, og stórt úrval av føroyskum bókum frá Leirkerinum.
Leygardagin 15. des. kl. 11.00 til kl. 14.00
Forlagið Leirkerið leggur fram nýggju bókina »Víst megnar tú tað« eftir Claudiu Mühlan, sum Monika Staus Joensen hevur týtt úr týskum. Monika kemur at signera bókina og saman við øðrum at føra fram tónleik.
Harumframt verður framsýning og søla av hópatals føroyskum bókum frá »Leirkerinum« og »Nýggja Forlagnum«, álmanakkar 2002 fyri vaksin og børn, plakatir, myndir og kort.
»Pílagrímsferðin« eftir John Bunyan, sum hevur verið uppseld í fleiri ár, er nú endurprentað aftur og fæst vakurt innbundin. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesar framsýningar og framførslur, og høvi verður eisini at hugna sær aftur við einum kaffimunni.