Framsýning í Suðuroy

11. og 12. mai verður stór og fjølbroytt framsýning á Flakavirkinum á Tvøroyri

Hósdagin og fríggjadagin 11. og 12. apríl skipar Kjølbro Heilsøla fyri stórari framsýning í matstovuni á flakavirkinum á Tvøroyri. Frá tí at heilsølan byrjaði sítt virksemi, hevur tað verið heilt natúrligt at bjóða fiskiflotanum alla ta vøru og útgerð, sum hoyrir skipum til. Hetta hevur so ført við sær, at Kjølbro Heilsøla er blivin ein leiðandi heilsøla tá tað snýr seg um fiskiflotan. Á framsýningini, sum er meira ætlað sjófólki, reiðaríum, virkjum og handlum, verður nógv at síggja. Av tí at Kjølbro í 99 fekk umboð uppá tað heimskendu oljuna TEXACO, verða sjálvandi vørur frá Texaco at síggja á hesari framsýning. Kjølbro fekk eisini fyrst í 2000 umboð uppá 66 Norð. Hetta er eitt vælkent íslendskt merki, sum selir oljuklæði, dressir, arbeiðsklæði, trygdarskógvar og nógv, nógv annað. So 66 Norð verður eisini at síggja á framsýningini. Umframt olju og klæði til vinnulívið, kemur Kjølbro eisini at vísa fram knívar frá Frost, húkar frá Mustad, styvlar frá Bekina og nógv, nógv annað. Í stuttum tíðindaskrivi frá Kjølbro verður sagt, at opið er báðar dagarnar frá kl. 17.00 til 21.00.