Framsýning um Ainu Cederblom

Nú klaksvíkingar bjóða til Norðoyastevnu næsta viku vikuskifti, verður ein áhugaverd framsýning um Ainu Cederblom á Klaksvíkar bókasavni og á økinum uttanfyri bókasavnið og kunningarstovuna seinnapartin leygardagin. Eisini verður Vevskúlin opin.

Á framsýningini verða myndir frá spennandi ferðini hjá Ainu Cederblom til Føroyar umframt frá øðrum hendingum í lívi hennara. Eisini verður ein forkunnugur filmur sýndur, sum hon tók á ferðini til Føroyar.

Ætlanir hava verið frammi um at gera eitt savn fyri Ainu Cederblom, og í hesum sambandi hava fleiri uppskot verið um, hvussu eitt tílíkt savn skal síggja út. Hesar tekningar vera at síggja á framsýningini á bókasavninum.

Tað eru Norðoya Kunningarstova, Klaksvíkar Bókasavn og Norðoya Fornminnasavn, ið skipa fyri framsýningini.