Framsýning um føroyska búnan

Upp undir Ólavsøku letur upp nýggj framsýning um føroysk klæðir upp á Føroya Fornminnissavni. Framsýningin nevnist Frá gerandisklæðum til føroyskan búna Á framsýningini verður serligur dentur lagdur á føroyska kvinnubúnan, men nøkur mannfólkaklæðir og eldri gerandisklæðir eru eisini við.

Endamálið við framsýningini er at lýsa, hvussu klæðir við sama sniði sum búnin hava verið nýtt í eldri døgum, men á øðrvísi hátt enn búnin í dag. Frá at vera gerandisklæðir eru klæðini í dag vorðin føroyskir búnar.

Framsýningin Frá gerandisklæðum til føroyskan búna letur upp 26. juli klokkan 10. Í sambandi við upplatingina bjóðar savnið kaffi, juice og smákøkur. Framsýningin er í framsýningarhølunum í Brekkutúni 6 í Hoyvík.