Framsýning við kvøldskúlanæmingum úr Porkeris Skúla

Hans Jørgen Remmer myndlistalærari við næmingum úr Porkeris kvøldskúla sýna fram myndlistaarbeiði frá kvøldskúlanum 2008/09

Framsýningin fevnir um áhugaverda og fjølbroytta list innan tekningar og akvarel. Framsýningin verður frá 5. til 8. apríl 2009. Allir dagarnar verður Fiskastovan opin kl. 15-18.

Næmingarnir úr Porkeris Skúla undir leiðslu av Hans Jørgen Remmer visa í handlist síni framúr áhugaverda myndlist, sum við kønari hond letur hugflog og fyribrygdi renna saman í eina vælborna og fagurlitta listarliga eind, ið kveikir hugflogið og letur síggjaran á serstakan hátt møta fagurgiltum litum leika í lendi, lofti og løkur, eins og tekningar og kolstift á skinsaman hátt renna saman í berandi eind. Framsýningin á Mýri er úrslit av virknari hugsan og ágrýtni, sum kveikir menning og áhuga fyri framúr evnaríkum framtøkum í Suðuroy.