Astrid Mouritsen, listakvinna, hevur í hesum døgum eina málningaframsýning í
Gallarí Jinx í Havn. Astrid er fødd í Klaksvík í 1981 og hevur frá ungum árum
havt áhuga fyri at skapa, tekna og mála, og hevur støðugt ment seg.
Hon hevur gingið í kvøldskúla í máling hjá Archibald Blak í Klaksvík
og Pól Skarðenni vestri í Vágunum. Í 2001 fór hon á Háskúla í
Kerteminde, Fyn. Høvuðsgreinirnar í skúlanum vóru list, handverk og
design. Astrid arbeiðir sum miðlagrafikari, og málar í frítíðini.
Astrid Mouritsen hevur verið við til ymiskar framsýningar, so sum
Norðoyastevnuframsýning, Lions Club, stuðulsframsýning hjá
Samverkamonnum o.a. Hon hevur júst sýnt fram í Snarskivuni í Tórshavn.
Málningarnir hjá henni eru eisini javnan at síggja í Glarsmiðjuni.
Uppboðssøla
Eitt serstakt í hesi framsýning er, at tann eini av málningunum verður
seldur á uppboðssølu. Peningurin, sum kemur inn fyri hendan málningin,
fer óskerdur til ”Bót til Bata”, sum er ein sjálvhjálparbólkur hjá
Føroya Felag Móti Krabbameini. Um tú hevur áhuga í at stuðla ”Bót til
Bata”, kanst tú venda tær til starvsfólkið á Jinx og geva títt boð upp á
málningin. Tá ið framsýningin endar, fær tann ið hevur givið hægsta
boðið, málningin. Framsýningin er frá 1. til 15. mars.