Hóskvøldið klokkan 18 verður fyrsta framsýning hjá fimleikafelagnum Støkk.
Felagið hevur 600 íðkandi limir, sum fara at sýna fram á trimum framsýningum, allar í ítróttarhøllini í Runavík.
Fyrsta framsýning verður hóskvøldið 14. mars kl. 18.00. Tá fara børn undir skúlaaldur at sýna fram. Leygardagin 16. mars og sunnudagin 17. mars halda framsýningarnar fram, hesar báðar dagarnar byrja sýningarnar kl. 15.00, og verða liðini eitt sindur blandað hesar dagar.
Felagið hevur nógvan og fjølbroyttan fimleik at sýna fram, m. a. foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, tey vanligu liðini frá 1. - 10. flokk, kvinnulið, blandað lið við kvinnum og monnum, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Merki og ídnisprógv verða eisini handað undir framsýningini.
Av tí at økið rundan um ítróttarhøllina er merkt av byggingini av nýggju fimleikarhøllini, verður tað ikki gjørligt at parkera á parkeringsplássinum eystan fyri ítróttarhøllina. Víst verður tí til parkeringsplássini við skúlan og parkeringsplássini við høvuðsvegin. Fyrireikararnir heita á bilførarar um at vísa størsta varsemi, av tí at hetta kemur at merkja ferðsluna á økinum.