Meðan tú gongur oman trappurnar til stóra salin í Listaskálanum, verður tú spakuliga leiddur yvir í ein annan heim, at røddunum, ið teska, siga, deklarera, lesa, spæla, smakka uppá heitini av myndunum, so vart tú blindur, so hevði tú kortini sloppið eitt stig inn við í hina verðinaS..
Vanliga tekur leiklistin myndlistafólkini inn í síni verk, her er tað mótsett: Myndin er vorðin sjónleikur. Ein røð av monologum, einrøðuleikum. Næstan í hvørjari mynd síggjast skráu brettini, og ofta eitt reytt velour-tjald, og um ikki, so heldur tú teg hóma tað í myrkrinum aftanfyri.
Pallurin sjálvur er sjáldan nógv skrýddur, onkuntíð er rúgva av litaðum smásteinum, ein bøkkur av sterktgrønum grasi og trøllakampum, eitt baktjald við gráskýggjutum himmali, ein grótrúgva, ein flatur hylurSSS. Ikki tann stóra pompøsa scenografiin, tí tað er leikarin, sum er í hásæti.
Leikarin er nakin, onkuntíð kvinna, onkuntíð maður, men mest hvørki ella bæði og. Ungur, uttan tað einu ferðina ein gomul kvinna. Leikarin blundar, droymandi ella í djúpari konsentratión um evni, sum verður umrøtt í hvørjum einstakum monologi.
Leikarin spælir ta aldargomlu søguna um Ledu og Zeus í svanahami. Hon hevur sjálvan Zeus í bandi og kínur honum blundandi um nevið við einum fingri, meðan hon smílandi liggur við høvdinum á einum teaturreyðum velourkodda og kroppinum á eini malagrótsrúgvu. Leikarin kyssir ein dreymafisk í einum dreymi við hvítum pierrotandliti og bláum hári, knappliga setandi seg upp í svøvni. Hann ber eitt tungt ok, ið verður sveimandi lætt, tí tað er sett av tí lættasta í verðini: firvaldum! Leikarin fjalir seg í eini tungari kirkjuklokku, ella dettur nakin á hvassari hellu uttan at varnast tað, haldandi í bláari krystalkúlu, uttan tó at lesa framtíðina við blundandi eygum. Starir enn blundandi av pallinum út á tað opna havið, hugsar kanska um at sita bundin av elli við summardáakransi um gráa hárið.
Leikarin sansar grøs og trøllakampar undir iljum og lógvum, loypir í ein 2-dimensionellan hyl, so at vatnið spruttar upp í krúnskapið.
Kemur úr egginum, fyri síðani slanguskapað at krúpa fram handan tjaldið og blundandi spýta lív í ein eiturgrønan trøllakamp.
Hann HYGGUR! Ein roynd at hyggja, eyguni fylgja tær í øllum salinum, og tú, hyggjarin, kennir teg teptan.
Og so søkkur leikarin aftur niður í tann 2-dimensionella sandin, við bindi fyri eyguni og samantvunnum hondum yvir høvd. Kemur við hørðum sliti úr eini hvassari goggu, fyri til endans at sveima í leysari luft yvir pallinum, bláa hárið vavt um ein stav, úr hvørjum drippa trøllakampar, og á skugganum liggur ein blóðreyð dreymsóljaSSSS
da capo - da capo - slit - huld- roynd - transformatión - brot - lop - sansa - elli - sjóð - fall - ok - kossur - leikur - leik - a- kossur - sjóð - ar - fall - sansa - leikur - fall - skjól - sansa - lop - elli - s - ok - huld - roynd - at - transformera - fall - elli- s- -slit - huld- u - kossur - sjóð - lop - sansa - kossur - leikurSSSSSSSS.
Framsýningin Monologar hjá Edward Fuglø tekur teg inn í ein annan heim, hinumegin spegilin kanska? Letur tú teg fara inn í hann, ert tú eina uppliving ríkari, um ikki, so stendur tú uttanfyri og leingist kanska eftir at tora at lata hurðina upp. Myndirnar eru hurðar til hugflogið. og enn eru so fáir dagar eftir áðrenn hurðarnar klamsaSS.
Myndirnar til myndabókina "Veingjaða myrkrið" eftir William Heinesen eru eisini við á framsýningini, og tað er tað vert, at fara niðan at hyggja at upprunamyndunum, tí líkamikið hvussu góðar endurgevingar eru, so er eitt prent ongantíð ein hondteknað mynd.
Monologarnir eru opnir til 27. februar.
Skipara Hansenshús, 24. feb. 2000
Rakel Helmsdal