Tað er nú greitt, at formansvalið í Sjálvstýrisflokkinum verður ikki 25. oktober, sum ætlað, men longu nú næsta leygardag, tann 1. oktober.
að er greitt,eftir at fleiri limir í flokkinum hava kravt eykaaðalfund fyri at velja nýggjan formann
Tað eru trý landsnevndarumboð og 38 sjálvstýrisfólk í Eysturoynni og Norðoyggjum , sumhvør sær hava sent landsnevnd Sjálvstýrisfloksins krav um eykaaðlfund at verða 1. oktober 2011.
Tey vísa á, at Kári á Rógvi hevur longu boðað frá, at hann leggur frá sær og Kári P. Højgaard samstundis boðað frá, at hann stillar upp til formansvalið.
Tí verður mett, at hann er einasta valevni til folksformann, sum tí hervið verður stillað upp til formansvalið á eykaaðalfundinum.
Sostatt er eisini greitt, at hann verður næsti formaður floksins.
- Nú løgtingsval væntandi verður útskrivað fyrsta dagin, og valstríðið longu er byrjað, viljavit at fáa formansvalið í flokkinum avgreitt sum skjótast, fyri síðani at leggja allar kreftir í at fáa eitt gott løgtingsval, verður sagt í skrivinum til landsnevndina.
Tey trý landsnevndarumboðini, sum hava kravt eykaaðalfund, eru Eileen Sandá, Suðuroy, Erhard Jacobsen, Vágar, og Kristina T. Larsen, Eysturoy.