Tað er heilt einastandandi stuttligt og hugtakandi at síggja, hvussu hann fær hesar stívu og køldu plátur at livna. Antin tað so eru kvinnur ella djór, hann hevur gjørt, so tykist tað, sum tey røra seg, tá tú gongur framvið. Ein fragd fyri eygað! Og hygg so seyðirnir uttanfyri, so væl í holdum. Einki at siga til, at veðrurin stendur har so erpin.
Takk fyri, at tit fingu hesi listaverk henda vegin.
Alma Bjartalíð,
Klaksvík