Framsýning við list hjá Poul Horsdal

Seinnapartin í dag letur upp listaframsýning við myndum eftir danska listamanninum Poul Horsdal, sum doyði í 1981. Tað eru Listasavn Føroya og familjan hjá listamanninum, sum hava savnað myndirnar saman

Í dag klokkan 16 letur upp forvitnislig listaframsýning í Listaskálanum.

Listamaðurin sjálvur doyði fyri 17 árum síðani, bert 45 ára gamal.

Listamaðurin talan er um, er Poul Horsdal.

Hann var føddur á Fjóoni í 1936 og byrjaði at tekna sum heilt lítil.

Níggju ára gamal byrjaði hann við vatnlitum, oljukriti og tussji so sigast kann, at hann tókst við list alt lívið.


Var nógv í Føroyum

Poul Horsdal kom til Føroya í 1950-unum tá hann hevði herskyldu.

Her kom hann í samband við listina hjá Ruth Smith og hon fekk stóra ávirkan á hann, hevur hann sagt.

Hann búði ymsastaðni kring um í Føroyum, eitt nú á Skarvanesi har hann búði í eitt ár.

Hann tókst eisini við grafiska list. Hesa grein menti hann nógv í 70-árunum.

Poul Horsdal doyði í 1981, bara 45 ára gamal.


Listasavnið

og familjan

Tað eru Listasavn Føroya og familjan hjá listamanninum sum saman standa fyri framsýningini.

Bárður Jákupsson frá Listasavninum sigur, at uttan familjuna hevði verið ógjørligt at havt framsýningina.

? Sjúrður Horsdal, sonur listamannin og kona Sjúrð, Sigrið Højsted hava skrásett allar myndirnar hjá Poul Horsdal, sum eru í Føroyum, og burturúr teimum hava tey valt tær myndirnar sum eru við á framsýningini.

Talan er um eina stóra framsýning.

Bárður Jákupsson sigur, at fleiri enn 100 myndir eru við á framsýningini.


Gomul ætlan

Bárður Jákupsson sigur, at hetta er ein gomul ætlan, sum nú verður førd út í lívið.

? Tað hevur bara ikki borið til áður.

? Poul Horsdal var ein kendur málari í Føroyum tá hann livdi og er tað enn, sigur Bárður.