Framsýning við myndum av føroyingum við avbjóðingum

Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist. Soleiðis er heitið á sermerktari framsýning, sum verður á Biskupstorgi í Klaksvík hesar næstu vikurnar. Talan er um eina framsýning við myndum og hon er úrslitið av einum samstarvi ímillum MEGD og kenda myndamannin, Rick Guidotti, sum var í Føroyum í 2018. Tá ið hann kom higar, var tað við tí endamáli at taka myndir av føroyingum, ið hava avbjóðingar av ymsum slagi. Burtur úr tí eru komnar 31 myndir, sum nú verða vístar fram á Biskopstorgi.

 

##med2##

 

Ætlanin er, at við persónligum søgum skulu myndirnar fáa samtalur, prát og kanska eisini kjak, í lag um, hvussu vit síggja hvønn annan sum menniskju. Hetta verður gjørt í vónini um at broyta vanahugsan um fólk, ið hava avbjóðingar og onkuntíð síggja øðrvísi út orsakað av breki, sjúku ella øðrum avbjóðingum.

 

Á føroyavitjanini vitjaði myndamaðurin á Setrinum har hann vitjaði tey, sum lesa til sjúkrarøktarfrøðin, og hann vitjaði eisini á Almannaverkinum. Og myndirnar eru tiknar á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, har hann hitti starvsfólk, foreldur og børn. Myndir eru eisini tiknar á Skúlanum á Trøðni í Havn, í Tofta Skúla, á Verkstaðnum á Brekku og í útibarnagarðinum, Fjallafípuni, í Klaksvík, sigur Megd í tíðindaskrivi.