Framtíðar vinnupolitikkur  at gera tað vit duga

Bogi Eliasen, cand.scient.pol

Bogi Eliasen, cand.scient.pol

Vit liva í eini broyt­ing­artíð verður sagt aftur og aftur. Fjarstøða er ikki longur forð­ing og Føroyar skulu við í alheimssamfelagið. Nógv tos hevur verið, men lítið ítøkiligt komið burturúr. Hetta bæði tí at størri ætlanir ikki hava ver­ið partur av politiska ger­andiskostinum, og sjálvt um semja er um at vit skulu gerast partur av al­heim­in­um, stýrir óttin hvørja ferð royndir verðar gjørdar at lata seg upp. Fram­stig eru tó, ein frí­handilssáttmáli við Ísland, samráðingar um at verða knýtt at ávísum ES bygnaðum og ikki minst arbeiði at kanna møguleikan fyri einum EFTA limaskapi. Vinnupolitikkur er ikki bert búskapur og vinna. Tað er sanni­liga ein spurningur um samfelagsvirðir og grund­gevingar fyri rað­festingum. M.a. eisini hvørjum vit vilja samstarva við, hvør skal sleppa at virka her á landi og hvussu opið sam­felagið skal vera

Føroyar eru ikki einasta landið, sum hevur viðgingið at stórar broytingar eru um at henda, og vil eitt land vera við millum tey fremstu, ræður um at síggja broytingarnar og avbjóðingarnar, áðrenn tær koma. Høvuðslandið, ella miðveldið í ríkisfe­lags­skapinum, hevur t.d. eitt so­nevnt globaliseringsráð og hevur fyri stuttum, mitt í hesum broytingartíðum, fingið gjørt eitt stórt arbeiði um hvussu vælferðin skal bjargast.. Altjóða verður eisini nógv ljós varpað á møguleikar og sambond. Júst lidna stevnan hjá World Economic Forum í Davos, royndirnar hjá WTO at leggja lunnar undir og gera eina mannagongd til frama fyri so frælsum handli sum gjørligt, ES og flestu ES londini hava eisini 2015 ætlanir. Men ongastaðni gongur so væl og skjótt, sum skipanirnar ynskja.
Ótryggleiki
Eitt er, at vit satt at siga ikki vita hvat alheimsgerðin hevur við sær. Angist er fyri at missa arbeiðspláss, um framleiðsla verður flutt í láglønarlond, og meðan tað tykist sum at heimurin og heimskipanir gera tað møguligt at hava eina meira samantvinnaðan heim, hevur ótryggleikin í allari óvissuni í alheimsgerðini við sær, at mentanir eru farnar at venda sær inneftir aftur. Fyrsta rák­ið var útflagging av fram­leiðslu, og tað kostar í fyrsta umfarið arbeiðspláss. Tað rákið er ikki so hart nú, tí ikki bara fyrimunir eru knýtt­ir at útflagging, og serliga í matvøruhøpi er vansar við útflagging, um góðskan skal varðveitast. Eisini er ótryggleikin, at bæði fólk og kapitalur kunnu flyta seg, og tí eru landamørk ikki somu brimgarðar, sum vit hava vant okkum við at tey vóru. At verða við í alheimsgerðini merkir eisini at lata seg upp, og tá kemur ótryggleiki eis­ini inn í myndina.
Henda ótryggleika hava vit sæð og síggja vit eisini í Føroyum.
At gera tað vit duga best
Vinnumálaráðið hevur greitt úr hondum ein vinnupoli­tikk, sum verður lagdur fram til aðalorðaskifti nú í februar. Sagt verður, at hetta skal síggjast sum ein partur av 2015 ætlanini. Men hetta skal eisini síggjast sum eitt framhald av ætlanunum, sum í fimm ritum komu í 1998-99. Økini sum skulu betrast eru nógv, og helst eru flestu okkara samd um, at neyðugt er at menna okkara land á hesum økjum, sum víst verður á. Tann trupli part­urin av eini slíkari ætlan er raðfestingin. Ein roynd at raðfesta er eisini gjørd, men hon er heldur ikki ser­liga neyv. Talan er eisini um eina frágreiðing til eitt aðalorðaskifti, og hevur hon fingið heiti At gera tað vit duga best.
Sjálvberandi búskap
Víst verður á landsstýris­semju um at arbeiða fram ímóti at Føroyar skulu verða millum tey fremstu OECD londini, at arbeiðast skal fram ímóti einum sjálv­berandi búskapi og at betra um vælferðarskipanina. Í vinnu­politiskum høpi er enda­málið, at alheimsgerðin fyri føroyska borgaran skal hava fleiri fyrimunir enn vans­ar. Hetta skal m.a. ger­ast við vinnupolitiskum broyt­ingum fyri at fáa ein mark­naðarbúskap og at dent­­ur serliga skal leggjast á fram­leidni, tá hugsað verð­­ur um produktivitet og ný­­hugsan. Orka skal leggjast har vit duga best, tað vil siga at arbeiðast skal við at savna fokusið á økir, har vit hava størst framleidni. Tað er grundarsteinurin, so­­leiðis at livistøðið hjá tí ein­staka hækk­ast, men tað krevur til­lag­ingar­evni. Til­lag­ingar­evn­ini koma í stór­an mun frá dynamiskum vinnupolitikki.
Hvørji øki
Tey flestu eru samd um, at økini sum eru vald út skulu mennast. Ósemjan fer heldur at verða um hvussu og í hvørj­ari raðfesting. M.a. at fáa ar­beiðsmarknaðin at virka betri. Ljós verður varpað á at altjóðagera útbúgvingar. Trygg­ingarparturin skal lat­ast upp, soleiðis at bæði útlenskar fyritøkur kunnu virka her, eins og før­oysk­ar í útlondum. Vinnu­lóg­gáva skal dagførast og al­tjóðagerast. Almennar fyri­­tøkur einskiljast, náttúru­tilfeingi skal gyklast, eitt fokus á menning av mat­vør­um. Eisini verður varpað ljós á at fáa eina EBS skip­an og tættari tilknýti til ES skipanir, fyri at styrkja vøru- og tænastumarknaðir. Arbeiðast skal við at gera eina nýggja samferðsluætlan fyri Føroyar.
Harafturat er fokus sett á gransking og vitanarspjaðing, íverksetan, kunningar- og sam­skiftistøkni (KST) og mark­naðarføring av Føroy­um.
Vit eru flest øll samd um, at talan er um økir, ið skulu mennast. Frágreiðingin sig­ur eisini at neyðugt er at rað­festa, og hetta verður eisini gjørt partvíst.
Breið semja
Raðfestingarnar eru heldur breiðar, men her skal tó minnast til, at talan er um eitt upplegg til ætlanir komandi 10 árini, sum politisk semja skal verða um. Hugsast kann, at Landstýrið tekur undir við í hesum raðefestingum. Men tað sum endamálið má verða við at gera eina 10 ára ætlan, er at breið politisk semja er, eisini við flokkar uttanfyri samgonguna, soleiðis at alt ikki skal gerast av nýggjum, hvørja ferð nýggj samgonga verður skipað.
Raðfestingar
Bygnaðarpolitiskt verður rað­fest at einskilja, fáa eina dagførda vinnulóggávu, at tryggja rætt­vísa og burða­dygga ali­vinnu, at seta nevnd at dag­føra fiski­­vinnu­­­poli­tikkin, við skatta­reformi at lækka inn­tøku- og partafelagsskatt, og sam­stundis breiðka skatta­grundarlagið. At hækka út- og eftirútbúgvingarstøðið og styrkja ófaklærd, lata trygg­ing­armarknaðin upp, bøta um sam­­ferðslumøguleikar m.a við at útbýggja flogvøllin, at fáa EBS líknandi skipan og at fáa EFTA limaskap á dagsskrá.
Mikropolitiskt verður rað­fest at gera mannagongdir um ráðgeving til íverksetarar. At marknaðarføra føroyskar vørur og tænastur og Føroyar sum íløguland, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, stovna gransk­ingarpark, styrkja gransk­ingargrunning og ráð og venturekapital soleið­is at meira tolin og váðafúsur kapitalur verður. At fremja KST ætlanina fyri Føroyar og at styrkja brúkarasamtakið.
Politikkur er raðfesting
Tað verður altíð ósemja um raðfestingar, men tað er tað politikkur snýr seg um. Tað er gott at síggja, at vinnu­málaráðið ger eina slíka fram­tíðarætlan og vís­ir á økir, sum skulu betrast. Talan er um eitt gott fyrsta stig á leiðini, um hvat skal broytast. Veruliga avbjóðingin er at fáa gongd á broytingarnar og at gera eina raðfesting við neyvum tíðarætlanum, og at hetta verður gjørt í breiðari poltiskari semju, har eisini andstøðan sleppur upp í part, men har partarnir sum skulu mennast eisini verða tiknir við í tilgongdina.
Hagtøl
Tað er ein stór frøi at síggja, at týdningurin at hava hagtøl verður virðismettur. Vanliga hugsa vit ikki so nógv um hagtøl, men tey eru alneyðug fyri at kunna meta neyvari um okkara samfelag og har­við betra tað, eins og vit ikki kunnu meta okkum við onnur lond, um vit ikki hava tilfar at brúka til at meta okk­um saman við.
Samstarv
Lagt verdur upp til økt sam­starv millum føroyskar stovnar, m.a at leggja Menn­ingarstovuna, Vinnu­frama­grunnin og Ferðaráðið sam­an. Tað er helst rætt at leggja fleiri stovnar saman, eisini fyri at fáa betri og breiðari samstarv í almenna geiranum.
Altjóða styrkin
Ein av rekmáttunum til at mæla til broytingar í hesum sambandi, er alheimsgerðin og altjóðagerðin av Føroy­um. Hugsanir eru um hvat vit hava tørv á, t.d. EBS líknandi skipan og marknaðarføring, men ikki hvussu. Skal al­­tjóðagerðin hava fleiri fyri­mun­ir enn vans­ar fyri Før­oy­ar, er eis­ini neyð­ugt at styrkja okkum altjóða. T.d. at altjóða parturin av Menn­ingarstovuni gerst ein partur av uttanríkistænastuni, so­­leið­is at til ber at saman­sjóða handilsátøk í dagliga uttanríkispartin, og at størri samband soleiðis er mill­um tann meira politiska uttan­ríkispolitikkin og vinnulívið, sum hevur tørvin, og so­­leiðis ein samansjóðing av førleikunum á hesum øki, sum er altavgerðandi fyri at fáa Føroyar millum vinnarar í altjóðagerðini. Ein partur av altjóðagerð er, at tað ikki longur er eins lætt at skilmarka millum innlendis- og uttanríkispolitik. Við­ur­skift­ini heima skulu verða í lagi, men tey skulu í nógv størri mun setast i samband við altjóða part­in. Hugsast skal ikki um at hava eina umfatandi tunga uttanríkistænastu við nógvum sendistovum, men uttanríkisparturin má styrkjast soleiðis, at tær betringar og tillaðingar, sum gjørdar verða í Føroyum eis­ini verða brúktar. Um ætlanin er at hyggja 10 ár fram, má ljósið tí eisini varpast á hvussu vit altjóða fáa brúkt teir førleikar við byggja upp, og tí skal eisini hugsast um altjóða partin á øllum økjum, eins og hvussu tað almenna skal ganga á odda fyri tryggja okkum best møguligu sømdirnar.
Høvuðsmálið
Høvuðsmálið er tí at syrgja fyri at altjóðagerðin fyri Før­oyar fær fleiri fyrimunir enn vansar. At byggja upp ein sjálvberandi búskap, sum eisini merkir niðutrapping av blokkstuðlinum. At arbeiða fyri at gera føroyska búskapin til ein marknaðarbúskap og at útbyggja vælferðar­sam­felagið. Her koma vit aftur til virðini. Sett er út í kortið, at skatturin skal lækkast og vælferðin útbyggjast, tvey sum oftast mótstríðandi hug­tøk, men sum vísir mun­in á virðinum hjá sam­gonguflokkunum.
Broytingar neyðugar
At neyðugt er við broyt­ing­um, er lítið at ivast í. Gransk­ingarparturin í Føroyum er serliga lítil og fjølbroytni í búskapinum er ikki stórt. Størsta virði í alheimsgerðini er vitan, og tað eru tøl sum benda á, at vit ikki í nóg stóran mun fáa okkara fólk heimaftur, sum fara út at lesa og her eru fleiri sum meta, at ein av høvuðsorsøkunum er at vinnulívið ikki hevur nóg mikið at bjóða teimum.
Vit fara komandi vikurnar at hyggja nærri at einstøku pørtunum í ætlanin og at fylgja við orðaskiftinum á tingi. Sum heild er tað gott at vit fáa eitt aðalorðaskifti um hetta økið. Samstundis sæst, at talan er um eina politiska ætlan, sum bæði roynir at seta karmar og verða meira konkret á ávísum økjum, men sum hevur valt ikki at seta fokus á broytingar, sum kunnu kosta politiskt, men sum kanska eru neyðugar. Tí er hetta uttan iva eitt polit­iskt innspark, sum í við­gerðini hevur brúk fyri at fak­kunnleikin eisini verður við í viðgerðini og kjakinum, nú grundarsteinarnir fyri framtíðina skulu leggjast.