FramtíðarFøroyar

Tíðargrein:

- Okkum tørvar stjórnarrættarligt by-pass, skulu vit ikki stagnera í alsamt broytiliga heiminum


Í 2005 varð yvirtøkulógina samtykt sum tryggjar, at Løgtingið einsamalt ger av, at øll málsøki kunnu yvirtakast, undantikin tey, sum eru karmar um ríkiseindina. Dómstólar, sum føroyskir myndugleikar seta á stovn, fáa dómsvald á øllum málum og málsøkjum.?Yvirtøkulógin inniber, at tekur Føroya fólk avgerð um, at Føroyar skulu vera sjálvstøðugar, kom málsøkini, sum eru karmar um ríkiseindina, undir føroyskt málsræði.
Søgulig fráboðan varð send ST, har danir viðurkenna, at føroyingar hava ómissandi sjálvsavgerðarrætt sambært altjóðarætti, og har tað er ásett, at Føroyar eru ein tjóð.

Gerandisveruleikin
Hóast frambrotini í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, so byggir fatanin í Føroyum og Danmark á munin, at danir taka støði í, at valdið hjá Løgtinginum er ein delegatión, meðan Løgtingið byggir sína fatan á, at valdið er hjá Føroya Fólki. Stjórnarættarliga eru føroyingar og danir tí samdir um at vera ósamdir.
Hóast formliga fatanin hjá dønum er restriktiv, so eru tó greiðar ábendingar um, at politiski veruleikin er ein annar.
Serstakliga kemur hetta til sjóndar í felagsyvirlýsingunum gjørdar eru av løgmonnum og forsætismálaráðharrum farnu árini, notatum í forsætismálaráðnum og svarum, sum forsætismálaráðharrin hevur givið í Fólkatinginum.
Í felagsyvirlýsing millum forsætismálaráðharrin og løgmann januar 2002 varð staðfest:
Regeringen er indstillet på at samarbejde om Landsstyrets ønsker om overtagelser af yderligere sagsområder inden for grundloven og rigsenhedens rammer.
Regeringen og Landsstyret vil efter Landsstyrets ønske indlede forhandlinger om overtagelse af de sagsområder, som hjemmestyreloven ikke giver mulighed for, med henblik på politisk stillingtagen. Regeringen vil på dette grundlag medvirke til at skabe et lovgrundlag for disse sagsområders overtagelse.

Allir flokkar játtaðu felagsyvirlýsingina. Ja, onkur skýrdi hana sjey-míla fet móti fullveldinum. At flokkarnir í løgtinginum samfelt stuðlaðu yvirlýsingini var staðfesting av grundlógini undir okkara stjórnarskipan, sum eisini er í samljóði við politiska gerandisveruleikan, har skiftandi løgting, landsstýri og stýrisskipan – ja, alt lóggávuarbeiðið uttan íhald hevur virkað í samsvari við ásetingarnar í grundlógini. At pástanda tað øvugta er tí ikki annað enn akademiskt gluggapynt.

Grundlógin
4. apríl 2005 var so yvirlýsing millum løgmann og forsætismálaráðharran staðfest, sum gjørdist grundarlag undir nevndu yvirtøkulóg, sum er nýggi veruleikin millum Føroyar og Danmark.
Samanumtikið eru viðurskiftini millum FO og DK úrslit av politiskum samráðingum. Avbjóðingin hevur verið í mun til stjórnarskipanarligu tulkingarnar, har fatanin í dag er, at heimastýrislógin og nú eisini yvirtøku- og uttanríkispolitisku lógirnar er í ósamsvari við grundlógina.
Grundlógin sigur í § 1: »Denne grundlov gælder for alle dele af Danmarks Rige«. Hetta er greið staðfesting, men hon er ikki í samsvari við veruleikan.
Í § 3 stendur: ”Den lovgivende magt er hos kongen og folketinget i forening. Den udøvende magt er hos kongen”. Síðani 1948 hevur henda áseting ikki verið galdandi fyri Føroyar í yvirtiknum málsøkjum.
Í § 43 í grundlógini stendur: ”Ingen skat kan pålægges, forandres eller ophæves uden ved lov…” og í § 73 í grundlógini verður sagt, at ognartøka bert kan verða framd við heimild í lóg.
Hóast hesar greiðu ásetingar í grundlógini, so eru beinleiðis og óbeinleiðis skattir føroysk sermál og tað sama er eisini galdandi í sambandi við ognartøku. Løgtingslógir hava fullkomið lógvirði (eisini í millumtjóða samskiftum), staðfestar av løgmanni, og hava sama status sum lógir viðtiknar í Fólkatinginum, staðfestar av kongi.
Hetta er greitt frávik frá § 3 í grundlógini eins og § 41, stk. 2, sum sigur: ” Et lovforslag kan ikke endeligt vedtages, forinden det tre gange har været behandling i folketinget”.

Ella sum navnframi professarin í altjóðarætti, Ole Spiermann, sigur í greinini ”Vore grundlovstridige hjemmestyreordninger” um heimsstýris- og grundlógirnar:
”Processen har brudt med grundlovens tekst og grundlovsfædrenes forestillinger og dermed med almindeligt antagne grænser for grundlovsfortolkning. Hjemmestyreordningerne er grundlovsstridige, men forfatningsretligt gyldige; ordningerne er gyldige ikke i kraft af, men på trods af grundloven”.
Optimalar heimildir
Gongdin síðani 1948 vísir, at stjórnarrættarliga eru mørkini áhaldandi flutt. Í dag eru bara fimm málsøki, har heimildirnar eru danskar. Spurningurin er nær hesi, heilt ella lutvíst, verða flutt føroyskum myndugleikum at umsita.
Óivað er okkurt mark, har ríkisfelagskapurin so verður sagdur at vera burtur, men hinvegin, so lýsir gongdin farnu hálva øldina, at nýggjar allýsingar av støðu Føroya mótvegis Danmark hava sæð dagsins ljós so hvørt málsøki eru flutt Løgtinginum at lóggeva um.

Í altjóðagerðini gerst tað meira og meira átrokandi, at Løgtingið og landsstýrið finna felags stev, har slóðað verður fyri, at samskifti og samhandil við altjóða felagsskapir gerast reellir møguleikar heldur enn trupulleikar. Okkara áhugamál mugu ikki vera hindrað av løgligum ella tekniskum forðingum.
Serstakliga í spurninginum í mun til EFTA, EBS og/ella ES-limaskap er tað av avgerandi týdningi, at okkara heimildir eru optimalar, og at vit frítt kunnu virka fyri loysnum, har vit í minsta mun eru darvað av formligum forðingum millum ríkispartarnar.
Tí eigur landsstýrið at taka stigið at fara undir samráðingar við danir um skipan av ultimativum sáttmála landanna millum. Verandi skipan, har partarnir eru samdir um at vera ósamdir, er ikki haldgóð í longdini.
Tað er tí í ósamsvari við skilagóðan resultatpolitikk, at vit ikki hava fulla greiðu á okkara heimildum, áðrenn vit biðja um samráðingar við t.d. ES.
?



Umveldi við Danmark
Tí eigur víðkaður sáttmáli millum Føroyar og Danmark at tryggja, har Føroyar t.d. vera viðurkendar sum umveldi í felagsskapi við Danmark og soleiðis hava myndugleika at skipa fyri millumtjóða avtalum á stjórnarstigi. Hetta fer at hava avgerandi týdning vilja vit limaskap í millumtjóða felagsskapum.
Við nýggjari skipan kunnu vit innanvert ríkisfelagsskapin náa møguleikunum. Alternativið er, at vit flyta okkum frá ríkis- til ríkjafelagsskap.
Hvat heiti nýggja skipanin við Danmark fær hevur minni týdning, bara vit náa endamálinum, at vit í millumtjóða samstarvinum kunnu gera sáttmálar uttan at okkara sjálvsavgerðarrættur fer fyri bakka.
Røkka vit hesum heimildum, so eru viðurskiftini millum Føroyar og Danmark komin á beint med alla.
Ein leiðin er frælsur felagsskapur ella samsvarandi, har sáttmáli ásetur myndugleikabýti landanna millum. Um skipanin er sambærlig við grundlógina, velst um innihald og politiska viljan at tulka grundlógina. Endamálið eigur at vera, at vit gera sáttmála millum javntstillaðar partar.
Fyri hálvari øld síðani var óhugsandi, at Føroyar fingu politiskan avgerðarrætt, sum nú er viðtikin veruleiki. Fyri bara fáum árum síðani var allýsingin av ríkiseindini tengd at hópin av málum, sum nú eru fatað av yvirtøkulógini, sum Løgtingið einvegis kann yvirtaka, og sum í sínari tíð var óhugsandi, tí hetta var mett brot á grundlógina.

Handalagið avgerandi
Samanumtikið eru mørkini og definitiónirnar av ríkiseindini áhaldandi broytt. Niðurstøðan er, at vit virka í eini livandi og smidligari skipan, har politiskur vilji og handalag treyta úrslitini.
Í sínum vaksandi samskifti og samstarvi við ES síggja danir óivað eisini týdningin av og skilagóða í, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark áhaldandi verða optimerað.

Við hesum í baksýni er løtan helst lagalig hjá landsstýrinum í samráðingum við donsku stjórnina at troyta nýggjar leiðir millum Føroyar og Danmark, nú Lars Løkke týsdagin á fólkatingi um Føroyar boðaði frá, at stjórnin vil “løsne de bånd der snærer...”.
Í hesum krepputíðum tørvar okkum úrslit, sum kunnu treyta varandi atgongd til millumtjóða felagsskapir. Ikki minst ES, sum burturav má metast at vera okkara besti møguleiki fyri framburði og menning.

Tí er neyðugt við samráðingum við ríkisstjórnin, sum tryggja okkum møguleikarnar at samráðast á jøvnum føti við millumtjóða felagsskapir um bestu marknaðaratgongdina. Stutt sagt, okkara skipan tørvar stjórnarrættarligt by-pass, skulu vit ikki stagnera í áhaldandi broytiliga alheiminum.