Birgir Mohr
Sandi
Fullveldissamgongan hevur rent seg fasta í sjálvstýrispolitikkinum, og tað var at vænta, tá »hovsa«-loysnirnar hjá landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum blivu tann leisturin, sum skuldi bera á mál til sjálvstýri. Fyritreytirnar: sum tað at umsita og gjalda nevnda sjálvstýri, tær blivu elegant umlopnar, sum nakað, ið kundi ornast aftaná, men hesin politikkur er deyðsdømdur, soleiðis ber ikki til.
Vit fingu einki fullveldi, tí vit vilja ikki gjalda prísin fyri fullveldi her og nú, og loysnin var eisini óverdug ? karaktersjálvmorð hevur onkur nevnt tiltakið.
Eitt landsstýri, sum í 1998 fór til Danmarkar og kom heim aftur við nógvum peningi umframt hækkaðu og hækkandi blokkstudningi í trý ár fram, mótsigur sær sjálvum, tá tað síðan hevur roynt at billað okkum øðrum inn, at vit ikki nýtast hendan danska pening, og at blokkstuðulin er til fordærv fyri okkum føroyingar? Eingin trýr slíkum leiðarum, sum í stórmálum gera eitt, fyri síðan at mæla til tað mótsatta í sama valskeiði. Slíkt er at undirmeta medvitið hjá borgarunum.
Nei, sjálvstýrispolitikkurin verður best førdur eftir sama hóvliga mynstri, sum vit kenna tað síðan 1948, tó at vit í dag liva í eini aðrari tíð á so mangan máta. Yvirtaka, umsita og gjalda so hvørt inntil vit eru sjálvbjargin.
Alt politiskt arbeiði og vit føroyingar hava nú í trý ár verið í einum fullveldisrúsi, su vit vita ikki ber á mál, óansæð um vit halda fólkaatkvøðu um hetta ella ikki, og eingin fólkaatkvøða kann binda komandi løgting og landsstýri. Fólkaatkvøða um fullveldi er bert ein roynd hjá samgonguni at tvinga andstøðuflokkarnar at føra loysingarpolitikk í framtíðini, men soleiðis ber ikki til at binda demokratiska viljan. Framtíðin ræður sær sjálvum; mandatið hjá verandi samgongu er nú og eitt ár fram. Tá talar fólkið aftur.
Tað ringasta fyri okkum føroyingar er, at øll orkan er farin og fer til hetta evsta valdið = fullveldið, meðan nógv onnur mál verða forsømd og ikki loyst. Dømir eru pensiónsmálið, sum er blivið ein meirskattur ella ein tvungin uppsparing. Ella »Brimla«-málið, sum er við at gerast ein international skomm fyri okkum føroyingar. Men ringast er, at eingin í Tinganesi gevur sær far um, at útlendingar eru við at fara við ognum okkara, og eingin lóg forðar hesum?
Meðan samgongan í Tinganesi gongur í fullveldisrúsi, so seta útlendingar dagskránna í føroyska samfelagnum. Útlendingar yvirtaka avgerðarrættin til, hvar virksemi skal vera, yvirtaka ognarrættin til okkara vinnutól og harvið til okkara náttúruríkidømi. Føroyingar skuldu troyta sama ríkidømi ? okkum føroyingum til frama ? tað trúðu vit, men git um tað verður so?
Útlendingar hava fingið avgerðarrættin til, hvar oljuvirksemið í Føroyum skal verða ? ikki Løgting og Landsstýri okkara? Útlendingar eiga longu stóran part í/av Føroya frægastu skipum? Útlendingar hava roynt og vóru líka við at ogna sær okkara einasta virki til pelagiskan fisk og alifóður? Útlendingar eru við at ogna sær størra partin av alivinnuni? Hetlendingar og íslendingar skulu bjarga okkara fræga og einasta ferðamannafelag eftir sjónum?
Og tá samgongan er liðug og hevur ført sín politikk út í lívið, so eiga útlendingar helst eisini stóran part av Føroya Banka, Atlantsflog, Føroya Fiskavirking, Føroya Fiskasølu, Føroya Tele og kanska enn meira, tí tað er blivið sagt meira enn einaferð, at hesi almennu feløg skulu seljast? Men hvør keypir, útlendingar?
Í fullveldisrúsinum berjast okkara myndugleikar fyri evsta valdi til landið, meðan teir lata útlendingar fara við ognum føroyinga.
Og vit kunnu so av álvara gerast húskallar í egna landi okkara, tí eingin lóg forðar fyri hesum. Men er slíkt í familju við sjálvstýrispolitikk ella nationalan stoltleika? Er tað framtíðarstøða føroyinga?
Hví hava vit gloymt, hvør hevur goldið, tá á stóð? Vóru tað útlendingar? Nei, tað hava vit føroyingar, palleba og marsanna fyrst og fremst, og hvør fíggjaði? Jú, tað bleiv bert ein kreditorur, tá ringast stóð til: danski staturin, sum ikki kravdi hvørki ognarrætt ella avgerðarrætt afturfyri, er tað longu gloymt?
Hvat skulu vit gera í Føroyum, um útlendingar eiga alt, sum fer at kunna geva yvirskot? fiskurin, alingin, oljan, bankavinnan osfr.? Tí tá fer yvirskotið sama veg, til útlandið. Jú, vit kunnu spæla fullveldi, um vit fáa onkran at gjalda undirskotið fyri okkum!
Føroya myndugleikar, farið til verka og syrgið fyri við lóg, eins og tað mátti gerast við »Elektron« á sinni, at ognarrætturin til náttúruríkidømið og føroyska vinnulívið kann verða verandi á føroyskum hondum. Lóggevið ímóti yvirharradømi frá stórspekulantum og útlendskum stórkapitali, sum er við at eta okkum innanífrá við hjálp frá nøkrum heilt fáum her á landi, meðan landsins myndugleikar hyggja at, »sum ryssa yvir deyðum fyli«.
Tað má lóggevast um, og harvið avmarkast, í hvønn mun útlendskur kapitalur skal sleppa at gera íløgur í Føroyum á øllum relevantum økjum.
Og tað er nógv meira ábyrgdarkent at berjast fyri at varðveita landsins ognir, náttúruríkidømi og vinnulív á føroyskum hondum og undir føroyskum avgerðarrætti her og nú, enn at berjast fyri fullveldi her og nú, tí tað seinasta letur seg ikki gera, tí fyritreytirnar eru ikki upp á pláss enn ? langt frá.
Sleppið nú tí órealistiska, romantiska tjóðskaparpolitikkinum, sum hevur valdað í Føroyum í skjótt trý ár! Farið heldur og førið realistiskan sjálvstýris- og sjálvbjargnispolitikk.