Framtíðarvánir

Kaj Leo Holm Johannesen, formaður Sambandsfloksins
----------

Vit hava somu avbjóðingar sum øll heimsins lond hava. Ein hóttan kann tó verða, at samgongulimir duga sær ikki hógv, og tað er stórt spell.

Arbeiðið við fíggjarlógini fyri 2011 er longu farið í gongd, og hetta er fyrsta árið, at fíggjarlógararbeiðið byrjar longu í januar.

Seinast í mars mánað kemur landsstýrið við karminum fyri fíggjarlógina.

Vit fara tá at vísa á, hvussu vit fáa tað strukturella hallið burtur í 2014.

Boðini frá fíggjarmálaráðharranum um, hvussu hetta kann gerast, tykjast eftir mínum tykki skilagóð, men skulu mýkjast inni í samgonguni, áðrenn endaliga støðutakan. Uppskotið fylgir uppskotinum hjá Búskaparráðnum.

Avbjóðingin hjá okkum er, hvussu vit, bæði á inntøku- og útreiðsluøkinum, fáa 350 mió kr til vega næstu fýra árini. Hetta er tað, sum vit hava lært at kenna sum strukturella hallið.

Í løtuni arbeiða øll ráðini við avbjóðingini um, hvussu tey hvørt í sínum lagi kunnu halda seg innan fyri karmarnar sambært nýggju játtanarlógini.

Sjálvur síggi eg tað soleiðis, at tað eru o.u. 200 mió kr, sum skulu finnast á inntøku- og útreiðslusíðuni.
Málið er, at hallið í 2011 skal vera minni enn í 2010.

Onnur Fokusøki

Onkur spyr ivaleyst, hvat ið vit gera við ungdómsarbeiðsloysið, og tað skilji eg væl. Men samgongan hevur gjørt av, at øll ung, sum møguliga einki arbeiði hava, skulu fáa møguleikan fyri eini útbúgving.

Skúlin er eitt spennandi øki, sum skal rationaliserast. Sparingar av hesum arbeiði skulu koma skúlanum til góðar.

Eitt annað, ið vert er at nevna : Reglur skulu gerast fyri verkætlanum, sum verða bodnar út, tí vit føroyingar sjálvir skulu ongantíð vera verri fyri enn útlendingar, sum koma higar. Talan skal vera um fair-play.

ES-bólkurin er liðugur við arbeiði sítt um miðjan mars, og eftir hetta skal avgerð takast um samráðingarleistin.

Viðvíkjandi kommununum, so er gjørt av, at vit 1. januar 2011 skulu vita, hvørjar eindirnar verða, sum verða lagdar saman. Tó verður veruliga samanleggingin ikki endalig, fyrr enn undan næsta kommunustýrisvali.

Vit hava stórar avbjóðingar fyri framman, men tað ber til at koma á mál.