Latið okkum sleppa gomlum aggi til frama fyri nýhugsan og framtíðarvisiónum. Hetta er ein livilig oyggj, og vit hava ikki ráð til at missa ungdómin, tí uttan ungdóm er eingin framtíð. Og gloymið ikki, at framtíðarkorini nú liggja í okkara hondum.
Latið okkum ásanna, at eftir løgtingsvalið er eisini ein dagur, og at líkamikið hvørji verða vald, so ynskja vit teimum tað besta, við vón um, at tey skilja, at størsta avbjóðingin fyri Suðuroynna er at standa saman sum ein oyggj! Tí at stór tøk liggja fyri framman!