- Arbeiðsmenn hjá Tórshavnar kommunu, sum hava kirkjugarðin á Svínaryggi um hendi, boða frá, at herverk er framt á træ- og runnavøkstur. Tað skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni í dag.
Tey siga, at tað er hent seinastu 14 dagarnar frá umleið miðjan februar. Onkur ókendur hevur verið við sag og skorið niður frá hond. Trø eru illa farin, og runnar skaddir. Mett verður, at ógerðin ikki er gjørd av kønum fólki. Stór rúgva av greinum er savnað saman miðskeiðis í kirkjugarðinum.
- Kirkjugarðarnir og gravstaðir eru fevndir av løgtingslóg um friðað fornminni nr. 11 frá 19. apríl 1972. Kirkjugarðurin á Svínaryggi er 235 ára gamal, og varð tikin í nýtslu tann 21. mai 1782. Um onkur hevur varnast hetta óskilið er at boðað løgregluni frá, skrivar Tórshavnar Kommuna.