Framtíðin er eitt val

Vitan og gransking skulu hjálpa okkum at velja røttu framtíðina. Tí er umráðandi, at vit stinga út í kortið ein granskingarpolitikk, ið skal kunna útvega okkum neyðuga grundarlagið til tess. Hetta eiga vit sjálvi at gera men í samstarvi við útlendskar serfrøðingar heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur


Samfelagsgransking


Nú spurningurin um útbúgving og gransking í sambandi við oljuvinnuna hevur verið so nógv frammi, viðgongur Jógvan Mørkøre fyrrv. leiðari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, at teir á tí samfelagsvísindaliga fakøkinum eru á nøkunlunda sama stað, ið náttúruvísindin stóð fyri nøkrum árum síðani. Har hendi eisini tað, at oljufeløgini komu við sínum ráðgevaravinum og lat teir koyra tingini. Funnist varð eisini at úrslitunum av fyrstu frágreiðingunum á náttúruvísindaliga økinum, har føroysku stovnarnir ikki vórðu við ellla í ov lítlan mun. So við og við varð tó komið fram til ein gagnligan arbeiðshátt gjøgnum GEM, har man bygdi samstarv á felags forstáilsi. Tað hevur so tikið nøkur ár.

Nú hann eygleiðir hesa tilgongdina og støðuna í aktuella Menasmálinum undrar tað Jógvan Mørkøre, hví man skal fara ígjøgnum somu óhepnu gongd á tí samfelagsvísindaliga økinum, og hann spyr, hví eitt oljufelag, ið kennir ta gongdina, ikki lærir av henni. Ivaleyst hava oljufeløgini verið fyri líknandi prosessum í øðrum londum og kundu at lært av teimum eisini.

Kunnu ikki bara vera fitt
Jógvan Mørkøre heldur seg eisini síggja ein paralell í tí, sum Gunvør Balle, stjóri í Pam Offshore førdi fram á Oljuráðstevnuni í fjør, at nú er nóg mikið við hesum fitta prátinum. Nú mugu vit koma til veruleikan, ið er, at feløgini brúka ikki føroyska ekspertisu, uttan tey eru noydd til tað. Og her er ikki so stórur munur, tá tað kemur til granskingina heldur. Einsvæl og eitt vinnulív dregur útlendingar til, tá profittur í hesum, dregur eisini granskingin, har tað skulu gerast kanningar og frágreiðingar, útlendingar, ráðgevingarfeløg og onnur henda vegin. Tey standa uppá spring, og nógv av teimum koma beinleiðis saman við oljufeløgunum, tí somu oljufeløg, ið vanliga brúka sínar vanligu samstarvspartnarar, tá tað snýr seg um vinnulív, gera tað eisini, tá tað kemur til granskingina.

Jógvan Mørkøre vísir á, at eisini keikanturin hevur nakað við hetta økið at gera. -Man hevur sagt, at hetta kann blíva ein koddi. Vit skulu vera kappingarførir. Men tað er eingin grund til at vera so naivur at billa sær inn, at sjálvt um vit eru kappingarfør í vinnulívinum, so verður tann fyritøkan tikin framum, sum er vanligur samstarvspartnari.

Samstarv
-So tú sóknast eftir keikantinum í granskingini eisini?

-Tá sagt verður, at vit skulu hava gransking í hesum landi, at vit skulu menna førleikan, at vit skulu hava gransking fyri føroyingar og hetta samfelagið og ikki fyri oljufeløgini, so má tað vera nakað, ið er grundað á granskingasrstovnar her á landi. Men sjálvandi vita vit ikki alt. Vit hava brúk fyri at samstarva við ekspertisu uttanífrá. Ikki minst av tí læru man hevur aðrastaðni.

Jógvan Mørkøre heldur tað hevur stóran týdning, at tað eru vit sjálvi, ið stýra og siga, hvussu gongdin skal vera. -Uttan so at vit seta krøvini til sáttmálar ol. og tað eru vit, sum bestemma, so fara oljufeløgini so langt, sum tey sleppa. Og tað kann man ikki siga tey ring fyri, gera vit ikki okkara heimaarbeiði til fulnar.

Hann vísir tó á, at myndugleikar sum eitt nú Oljumálastýrið hava víst seg at liva upp til hesi krøv. -Krøvini frá Oljumálastýrinum eru vorðin meira avgjørd og beinrakin, og eisini vinnan er vorðin betri skipað. Tey eru komin langt ávegis við m.a. at hava lært av royndunum. Somuleiðis er man eisini komin langt innan náttúruvísindina. Nú manglar so samfelagsvísindaligi parturin, sum ikki minst hevur ein týðandi leiklut í framtíðar menningini.

Hetta er tó ikki nøkur einføld gongd. -Man roynir sjálvandi at vera fittur og vil sleppa undan at vera ov formalistiskur mótvegis útlendsku feløgunum. So eru tað pengarnir, ið fylgja við teimum, og sum vit hava brúk fyri, tá vit ikki fáa teir frá okkara egnu myndugleikum. Man roynir at fáa alt hetta at virka í einum góðum anda, uttan at skula hava skálkin aftanfyri oyrað alla tíðina. Men stóri spurningurin er, hvør hevur ábyrgdina av tí gransking, sum stendur fyri framman.

Hava mist tíð
Jógvan Mørkøre heldur tað mest óhepna við Menasmálinum vera, at vit hava mist tíð. Hevði tað gingið væl, so høvdu PHD verkætlanir kanska verið í gongd. Men hann viðgongur, at tað ber heldur ikki til bara at siga, at tað eru oljufeløgini, ið skulu fíggja støðiskanningar av hesum slag.

-Vit tosa um eina broyting av samfelagnum, ið fer fram í næstum. Hvør eigur tá uppgávuna at syrgja fyri, at man veit nóg nógv til at fáa eitt orðaskifti um hesa broyting ? politikararnir, einstakir borgarar ella vit øll? Tað eru væl fyrst og fremst vit føroyingar sjálvir. Og tí ber ikki til, at man bara lítir á, at tað kemur av sær sjálvum frá oljufeløgunum.

Samfelagsfrøðingurin vísir eisini til, at seinasta frágreiðingin frá Oljuráðleggingarnevndini leggur upp til hetta. Men frá føroyskari síðu hevur man ikki gjørt nakað á hesum øki, og spurningurin er, hvar ábyrgdin liggur.

-Spurningurin um gransking er av týdningi fyri hetta samfelagið, og nógv av tí tosað verður um so sum árinskanningar, er í veruleikanum nakað, ið átti at verið komið uppá pláss við ella uttan olju. Hann vísir á, at okkum tørvar støðiskanningar (Baseline studies) av øllum samfelagnum.

-Nógv av tí vit eftirlýstu í sambandi við kreppuna var, at vit ikki kendu avleiðingarnar av kreppuni. Tá gjørdu fakfeløg kanningar av livikorunum. Tað var nakað, ið longu átti at verið gjørt. At vit í búskaparkreppum ikki hava búskapartøl, sum eru eftirfarandi, er heldur ikki nøktandi. Hetta er nakað vit hava staðfest oftani, og tað sama gera vit í dag. Hvar eru vit í dag, og hvar eru vit um 10 ár? Tað hevur nakað við at styrkja Hagstovu og granskingarumhvørvi, soleiðis at man leypandi kann fylgja við gongdini. Og so er tað hin uppgávan: at taka við læru av tí, sum er farið fram aðrastaðni.

Hyggja frameftir
Vit spurdu Jógvan Mørkøre, um tað er rætt at finnast at oljufeløgunum fyri at vilja fylla nøkur hol, sum vit ikki sjálvi hava megnað?

-Tí eri eg samdur í. Vit skulu heldur ikki gera BP til tann stóra skurkin í øllum hesum. Teir hava vent sær til Setrið og hava viljað givið pengar til eina verkætlan. Tað, sum síðani er hent, er keðiligt fyri BP, sum hevur fingið ringa umtalu. Menas hevur fingið ringa umtalu og sama er við Setrinum. Tað er spell fyri allar partar. Tí ræður um ikki at hongja seg í smálutir og tað, sum farið er men læra av tí og hyggja frameftir. Men fyritreytin er tann, at tað verður spælt við opnum kortum. Heldur siga tingini, sum tey eru, enn at koyra nakað undir teppið ella dylja nakað.

Tað mest syrgiliga í øllum hesum, endurtekur samfelagsfrøðingurin, er, at vit hava mist tíð. Hann er tí ikki samdur, tá oljumálaráðharrin sigur, at tað er góð tíð at kanna samfelagsligu árinini. -Skal man nú til at fylla øll hol út, sum eru neyðug fyri at gera gransking á hesum øki, so er tað ein veldug uppgáva. Skal tú harumframt eisini fáa tann førleikan bygdan upp innan fyri tað samfelagsliga granskingarøkið, soleiðis at vit kunnu fylgja við, hvussu fer at ganga tey næstu árini, so er tað uppaftur ein stór uppgáva.

-Vit tosa í veruleikanum um tey val vit skulu gera í næstum, og sum koma at ávirka bæði okkum og okkara eftirkomarar. Val sum - um vit skulu taka oljuna upp og byrja framleiðslu, hvussu hon skal stýrast osfr. Tað kann gerast uppá fleiri mátar. Man kann geva alt frítt sum í USA ella tú kanst gera tað sum í Norra, har staturin er við. Vit hava eisini royndir frá ymsum oyggjasamfeløgum at hyggja til. So talan er um vitan og gransking, ið skal brúkast til at menna okkara egna samfelag uppá okkara egnu fortreytir.

Jógvan Mørkøre sigur - tá sannað verður, at hetta er spurningurin um eitt val ? at tað er greitt, at fortreytin fyri at kunna velja er, at man veit, hvat er at velja millum. Tvs. at vit mugu kenna okkara egnu fortreytir og hetta samfelagið. Vit mugu eisini kenna til royndir aðrastaðni, soleiðis at man kann hugsa um teir møguleikar, ið eru. Politisku flokkarnir mugu eisini koma inn í myndina. Hvussu vilja teir, at hetta samfelagið skal umskapast næstu 5-10 árini.

Lesið eisini í morgin um týdningin framtíðar granskingin hevur fyri føroyska samfelagið.