Oddagrein
-----------------
Nú nýggja landsstýrið bert hevur sitið í knappa viku eigur man at vera varin við at gera ov avgjørdar niðurstøður um, hvussu byrjanin hevur hilnast. Nøkur mál hava elvt til miklan orðadrátt og eisini ónøgd, eitt nú setan av ávísum landsstýrismanni og avtalaði skattalættin. Tað vilja vit venda aftur til.
Men broytingin frá tí undanfarna landsstýrinum til hetta við sjey ístaðin fyri nýggju landsstýrisráðum fer uttan iva at merkjast so ella so. Helst eru tey flestu samd um, at vit høvdu ov nógv ráð, spurningurin er nú, hvussu best verður frágingið, tá ráð skulu leggjast niður og leggjast saman.
Vit hava áður á hesum stað sett spurnartekin við, hvussu rætt tað er at sundurlaða Oljumálaráðið. Tað er so ein politisk avgerð, sum er tikin. Spurningurin er so bara, hvussu orka, kreftir, vitan og fólk verða spjødd. Vónandi merkir henda broytingin ikki, at minni orka skal leggjast í ta komandi leitingina við Føroyar eftir olju og gassi, tí vit hava vitturliga brúk fyri at gera íløgur í nýggjar vinnuvegir, so samfelagið fær fleiri bein at standa á. Og tað vildi eisini verið eitt sera óheppið signal at latið víðari til oljuverðina, at vit nú eru farin at repa seglini og raðfesta hesa leiting minni ? samtíðis sum oljufeløg jú hava bundið seg til at brúka hundraðtals milliónir uppá kanningar og leiting á landgrunninum. Eisini hava vit meldað út til feløgini, at vit fegin síggja, at tey eru við í tí næsta leitiumfarinunum.
At oljuleiting og oljuvinna als ikki eru nevnd í samgonguskjalinum er sera løgið. Hetta má vera eitt mistak, tá hugsað verður um, at okkum meira enn nakrantíð tørvar vinnuligar avbjóðingar, og tá vit vita, at oljufeløgini longu hava bundið seg at brúka nærum eina milliard kr. uppá leiting komandi árini.
Vónandi er ikki grundarlag fyri okkara ótta og er tað ein uggi, tá nýggi landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm í dag úttalar seg, at oljan fer at fáa eins stóra raðfesting í nýggja landsstýrinum sum í tí undanfarna. Vit vilja tó undirstrika her, at tað er óheppið, at flokkarnir, sum skipað hava nýtt landsstýri, hava gjørt tað mistakið at gloyma eina komandi oljutilgongd í nýggja samgonguskjalinum. So um møguleiki er ella ætlanin er at gera eitt ískoyti til samgonguskjalið, so eigur hesin parturin at koma við eisini. Um ikki so mugu vit bara taka orðini hjá landsstýrismanninum fyri góða vøru. Eitt er sjálvandi, hvat stendur á pappírinum. At man setir sær mál. Tað er týdningarmikið. Meira umráðandi er, hvat verður víst í verki.
Vit fara annars at ynskja landsstýrismanninum, sum skal umsita hetta málsøkið, góða eydnu og vóna vit, at hesin parturin av vinnumálunum ikki bara verður eitt íkast ella hjápurtur men fær ein týðandi leiklut í nýggju vinnustrategi landsstýrisins, ið sjálvur løgmaður bæði undan valinum og eftir valið hevur lagt so stóran dent á, nevniliga at vit skulu arbeiða við langsiktaðum vinnuloysnum, har vit hava dirvi at taka nýggj stig og har vit vilja brúka okkara bestu fólk og sum so afturfyri skal tryggja samfelagnum framtíðar inntøkur og arbeiði til fleiri hendur.
Sosialurin