- Koronu-farsóttin hevur av álvara víst týdningin av, at vit hava fleiri bein at standa á, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti

Havbúnaður gevur heimsins íbúgvum mat á borðið

- Bert við havbúnaði hava vit møguleika at breyðføða heimsins íbúgvar í framtíðini, sigur stjórin í Bakkafrosti, Regin Jacobsen.

 

- Koronu-farsóttin hevur av álvara víst týdningin av, at vit hava fleiri bein at standa á, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti

Hvussu hart hevur tykkara fyritøka verið rakt av koronu? 

- Korona merkti, at matstovur og kafé’ir, og gistingarhús í stóran mun lótu aftur og skerdu sítt virksemi munandi. Henda vinnugeiran nevna vit “horeca”, og er hetta ein ógvuliga týdningarmikil geiri fyri laksavinnuna. Seinastu mongu árini hava vit selt nógv tann størsta partin av okkara feska laksi til vinnurekandi í hesum geira.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sum vísir á, at tíbetur hevur samtakið eitt stórt og nútímans liðugvøruvirki á Glyvrum, sum framleiðir hágóðskuvørur til matvøruhandlar kring heimin. 

- Meðan tørvurin á feskum laksi minkaði munandi undir koronu-farsóttini, vaks tørvurin á lidnum laksavørum nógv. Á henda hátt varðveittu vit eitt høgt virksemi, hóast truplu marknaðarstøðuna.

Samstundis merkti økta sølan av liðugvørum, at fleiri fólk royndu laks fyri fyrstu ferð undir farsóttini. Hetta hevur givið okkum góðar vónir um, at eftirspurningurin eftir hágóðsku laksi úr Føroyum fer at veksa støðugt komandi árini.

Stjórin sigur, at parturin av virkseminum, sum ger lidnar vørur, krevur nógva arbeiðsorku, og fyri at nøkta eftirspurningin varð ofta arbeitt seks dagar um vikuna. Virkinum tørvaði nógva arbeiðsmegi, eins og fyritøkan enn í dag hevur stóran tørv á arbeiðsmegi til at virka sínar vørur.

Regin Jacobsen ásannar, at eldhugaðu starvsfólkini í fyritøkuni eiga stóra æru av, at Bakkafrost megnaði at varðveita eina sterka støðu á marknaðinum undir koronu-farsóttini. Samtakið hevur fulla virðisketu - frá laksafóðuri til lidna vøru, og tí hevur Bakkafrost eisini fult tamarhald á hvørjum einstakum parti av sínum virksemi. 

- Tískil hava vit eisini alla tíðina havt nóg mikið av laksi at virka, sigur stjórin, sum vísir á, at sølan hevur verið ein avbjóðing hesa tíðina, men koronu-farsóttin hevur eisini av álvara víst týdningin av, at fyritøkan hevur fleiri bein at standa á. 

Hvørji eru so útlitini nú?  

- Útlitini eru sum heild góð. Eftirspurningurin eftir feskum laksi er aftur veksandi, og samstundis merkja vit eisini stóran eftirspurning eftir lidnum vørum. 

 

##med2##

 

Fólkatalið í heiminum veksur, og heiminum tørvar alsamt meiri matvøru. Tað er týdningarmikið, at henda matvøran verður framleidd burðardygt, so økta matvøruframleiðslan ikki týnir klótuna. Stjórin í Bakkafrosti vísir á, at bert 30 prosent av heiminum er land, og bert ein triðingur av landinum er egnaður til landbúnað. Samstundis er ein stórur partur av egnaða landinum longu gagnnýtt í mest møguligan mun. 

- Bert við havbúnaði hava vit møguleika at breyðføða heimsins íbúgvar í framtíðini. Alilaksur er burðardyggur og samstundis eisini heilsugóður, og tí eru framtíðarútlitini hjá okkum bjørt. Við útbyggingum og lívfrøðiligari menning miðja vit ímóti at nøkta støðugt veksandi tørvin, sigur Regin Jacobsen í VikuskiftisSosialinum, sum hevur stórt serblað um vinnu - við nógvum forvitnisligum og viðkomandi vinnutilfari.

 

 

 

- Koronu-farsóttin hevur av álvara víst týdningin av, at vit hava fleiri bein at standa á, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti

- Alilaksur er burðardyggur og samstundis eisini heilsugóður, sigur Regin Jacobsen.