Sáttmálin við føroyska landsliðsvenjaran, Lars Olsen, gongur út í 2015. Enn er ógreitt hvusuu verður við framtíðini hjá danska venjaranum, men hann tykist opin fyri at halda fram sum føroyskur landsliðsvenjari.
- Sáttmálin gongur út í ár og eg kann staðfesta, at ein nýggjur sáttmálin altíð er ein møguleiki. Tá tað er sagt, so havi eg ikki gjørt mær nakrar tankar um framtíðina. Eg havi ikki tosað við føroyska fótbóltssambandið enn, sigur Lars Olsen við bold.dk.
Lars Olsen verður javnan settur í samband donsk feløg í Superliguni. Serliga er tað Brøndby, sum hann sjálvur hevur spælt við, sum hevur verið uppi at venda. Onnur feløg eru OB, AaB og Silkeborg. Lars dugur ikki at siga, um hann verður landsliðsvenjari ella liðvenjari.
- Tað dugi eg ikki at siga. Mær dámdi væl at verða venjari hjá einum felagi, men mær dámar eisini væl at vera landsliðsvenjari upp á tann mátan, sum eg eri nú, sigur Lars Olsen við bold.dk.
Komandi landsdysturin hjá Føroyum er móti Rumenia 29. mars.