Framvegis bara seks smittaðir føroyingar

Tað eru framvegis tilsamans 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6851 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 181 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna. 22 fólk sita í sóttarhaldi.