Í seinastu viku varð fyrsti privati sáttmáli undirskrivaður millum Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið.
Landsstýrismaðurin fegnaðist, og tað gjørdi felagið eisini.
Men tey foreldur, sum hava børn, ið tørvar ergoterapi, yppa øksl. Sáttmálin tryggjar ikki børnunum ergoterapi.
Einasta ergoterapistovan letur nevniliga ikki uppaftur. Tað segði Beinta Lassen, sum rekur ergoterapistovuna, við Rás2 fríggjadagin.
Hon sigur, at tá ið Heilsumálaráðið hevur boðað frá, at tað kemur eitt alment tilboð um ergoterapi, verður ikki grundarlag fyri privata tilboðnum eisini. Hon fer ikki at lata upp fyri at hava opið í nakrar krákumánaðir og so lata aftur eina ferð enn.
Mugu gera fyribilsloyn
Aksel V. Johannesen, táverandi landstýrismaður í heilsumálum segði við Rás2 sum svar upp á tað, at so má tað almenna tilboðið koma beinanvegin.
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður harmast, at privata ergoterapistovan ikki vil virka eftir sáttmálanum. Rætt er, at tað almenna ætlar at koma við einum tilboði, men tað tekur tíð at stápla eina skipan upp á beinini, sigur hann.
Hann væntar ikki, at tað verður trupult at gera eina almenna skipan, tí tað finnast fleiri dugnaligir ergoterapeutar í landinum.
- Um privata ergoterapistovan ikki vil lata upp aftur, noyðist tað almenna at finna eina fyribilsloysn fyri børnini, sigur Aksel V. Johannesen, sum í dag er farin frá sum heilsumálaráðharri fyri at gerast fíggjarmálaráðharri.