Framvegis eingin funnin afturat við korona

Føroyar hava nú verið smittufríar í meiri enn tríggjar vikur

Heldur ikki í gjár varð nakar føroyingur funnin við Korona. Tað upplýsir landslæknin nú á miðdegi.

Tað merkir samstundis, at tað vit vita, er tað heldur ikki er nakar føroyingur, sum hevur korona yvirhøvur, tí teir 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest smittuna, eru allir staðfestir frískir.

Nú eru tisamans 8.638 fólk í Føroyum kannað fyri korona og sostatt er eingin smitta funnin í teimum seinastu 2.368 fólkunum, sum eru kannað.

Sostatt hava Føroyar verið koronafríar í meiri enn tríggjar vikur nú, tí seinasti tilburður varð staðfestur 22. apríl, tá ið tvey fólk vórðu funnin við korona.

Og í morgin fara løgmaður, landslæknin, og fútin at greiða frá, hvussu føroyska samfelagið verður latið enn meiri upp aftur í næstum.