George W. Bush, forseti hevur fleiri ferðir hótt við at leypa á Irak, og sjálvt um amerikanskir embætismenn og politikarar hava roynt at sett Irak í samband við atsóknirnar fyri einum ári síðani, er framvegis einki, sum prógvar, at tað var so.
So seint sum í gjár skrivaði Washington Post, at fregnartænastan CIA hevur ikki funnið nakað, sum kann seta Irak í samband við atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon ella altjóða yvirgang yvirhøvur.
Menn hjá CIA hava kannað fylgisveinamyndir, telefonsamrøður og annað tilfar, men teir hava ikki funnið nakað, sum prógvar, at irakska leiðslan er uppi í altjóða yvirgangi, skrivaði blaðið.
Amerikanarar hava fyrr hildið uppá, at oddamaðurin fyri atsóknunum tann 11. september, Mohammed Atta, hitti ein irakskan embætismenn í Praha í apríl í fjør, men heldur ikki hesum hevur CIA funnið prógv fyri, skrivar Washington Post. Men í stjórnarumsitingini iovast tey ikki kortini.
- Fyrr ella seinna man tað fara at eydnast okkum at prógva, at Irak stuðlar altjóða yvirgang, sigur ein talsmaður hjá stjórnini við blaðið.