Framvegis færri løntakarar

Í mars 2009 vóru slakir 25.000 løntakarar, hetta eru um 850 færri enn í mars 2008. Frá oktober 2008 til februar 2009 var støðug minking. Í februar vóru góð 3% færri løntakarar, men tað tykist sum afturgongdin er stegðað. Í mars var afturgongdin framvegis 3%.

Tað er serliga innan fiski- og byggivinnuna at færri løntakarar eru. Í báðum bólkunum er afturgongdin yvir 10%.

9 av 10 eru mannfólk

Av teimum umleið 850 færri løntakarunum eru nærum 90% mannfólk. Orsøkin er at tað er serliga innan fiski- og byggivinnuna at færri løntakarar eru. Hetta eru yrki har tað eru munandi fleiri mannligir løntakarar, skrivar Hagstovan.