Tað verða framvegis rættiliga nógvir bilar keyptir í Føroyum.
Tað vísir ein uppgerð hjá Akstovuni yvir nýggjar bilar frá januar í ár, afturímóti sama tíðarskeiði í fjør.
Uppgerðin vísir, at tilsamans er bilasølan økt 37% higartil í ár, afturímóti sama tíðarskeiði í fjør, sum annars eisini var eitt sera gott ár hjá bilaøslunum.
Tilsamans eru 759 akfør seld hesar fyrstu fimm mánaðirnar í ár, tað eru 205 akfør fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 554 akfør vórðu seld.
Nógv tað mesta er ivaleyst persónbilar. Fyrstu fimm mánaðirnar í ár eru 592 nýggir persónbilar, tað eru 176 fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tá ið 416 persónbilar vórðu seldir. Talan er sostatt um ein vøkstur á 42,3 prosent.
Bara í mai í ár hava 163 føroyingar keypt persónbil, aftur ímóti 107 í sama tíðarskeiði í fjør, tað er ein munur á 56 persónbilar.
Annars eru tølini fyri onnur akfør ikki so stór. Tó er at leggja til merkis, at higartil í ár eru 11 lendisakfør seld, í januar til mai í fjør, varð einki selt.
Tað eru framvegis Toyota og Citroen, sum eru nógv best umtóktu persónbilarnir í Føroyum. Higartil í ár hava 107 føroyingar keypt Toyotabil og 100 hava keypt Citroen.
Men harafturat hevur Citroen selt 14 onnur bilasløg og Toyota fimm aðrar bilar, so tilsamans er Citroen mest seldi bilur í Føroyum.
Hjá Toyoyta er Auris nógv best umtókti bilurin, við tað at 44 nýggir Auris er eru seldir í ár, og av bilunum, Citroen hevur selt, er næstan annarhvør ein C4, tí higartil eru 49 bilar av tí slagnum seldir.
Annars hava 68 føroyingar keypt Kia, 52 hava keypt Ford og 30 hava keypt Opel fyri at nevna tey best umtóktu bilasløgini.