Góð ferð hevur verið á koppsetingini fyri covid-19 í summar, men fram til juli mánaða var koppsetingin avmarkað av, hvussu nógv vaksina kom til landið.
Eftir at Danmark keypti nógva eyka vaksinu úr Rumenia, umframt at veitingin frá Pfizer hevur verið góð, hava Føroyar havt ovmikið av vaksinu. Í juli skuldu Føroyar fáa 34.000 skamtar av koppingarevni.
Hetta hevði við sær, at Sjúkrahúsverkið setti sær fyri at koppseta nógv fólk í juli og august. Málið var at gera 7.000 prik um vikuna.
Í næstsíðstu viku lukkaðist at náa hesum máli, men í síðstu viku fór ferðin veruliga av koppsetingini, tí bert 2.599 prik vórðu latin – tað vil siga bert ein góður triðingur av málinum.
Um vikuskiftið vóru bert 568 prik latin. Næstseinasta vikuskiftið vóru prikini 3.229 í tali.
Sjúkrahúsverkið hevur nú tikið stig til sonevnda støkk inn koppseting fyri at fáa fleiri at taka av tilboðnum. Tað vil siga, at tey trý sjúkrahúsini í dag hava boðið fólki at koma til koppsetingar uttan at hava bílagt tíð frammanundan.
Koppsetingarbólkurin metir, at umleið 84.000 prik skulu gerast fyri at fáa flokkverju í Føroyum. Í løtuni mangla sløk 25.000 prik.
Verður ferðin á koppsetingini tann sama næstu vikurnar, sum hon var í farnu viku, fer tað at taka minst tveir mánaðir afturat, til Føroyar fáa flokkverju. Málið hevur annars verið at fáa flokkverju síðst í august.
Koppsetingar um vikuna
Vika 28: 2.599
Vika 27: 7.006
Vika 26: 3.721
Vika 25: 3.640
Vika 24: 2.466
Vika 23: 4.452
Vika 22: 2.932
Vika 21: 3.962