Sosialdemokratiski bólkurin í Norðurlandaráðnum fagnar eisini Norðurlandadegnum. Í heilsan frá bólkinum vísir bólkurin á, at longu fyri skjótt 100 árum síðani, tá Norrøna felagið á fyrsta sinni kallaði til fundar, var víst á, at samband og samstarv millum norðurlendsku fólkini fór at koma øllum til góða.
- Hesin næsta 100 ára gamli starvsfaldari lýsir, enn tann dag í dag, á ein poetiskan hátt, kjarnuhugmyndin hjá Sosialdemokratunum í Norðurlandaráðnum. At vit saman - lið um lið - eru sterkari og betri útgjørd til at arbeiða fyri at gera Norðurlond til ein enn betri heimspart at arbeiða, hava familjulív, og gerast gamal í, skrivar bólkurin í heilsan síni.
Norðurlendski bólkurin vil vera við, at ein reyður tráður í søguligu gongdini av norðurlendska samstarvinum, virkar sum ein mótreaktión til teir ræðuleikar og mismót, ið kríggj hava við sær.
- Vit skulu framhaldandi arbeiða fyri, at “uppgávur, ið kunnu loysast í felag, verða loystar í felag, í samsvar við áhugamál hjá limalondunum”, sum innkallingarátikið frá 1919 við yvirskriftini “Uppróp” eggjar til.
- Allir borgarnir skulu hava somu arbeiðsmøguleikar og møguleikar fyri at útbúgva seg, óansæð um tú kemur frá høvuðsstaðarøkinum, frá útoyggj ella frá tí fjarskotnastu bygdini í Grønlandi. Tað skal vera trygt at hava familjulív og at gerast gamal í norðurlondum. Men tað er altíð pláss fyri betringum, skrivar bólkurin.