Framvegis nummar 82 á FIFA styrkislistanum

Í Noregi hómast ein lætti um at verða eitt pláss frammanfyri Føroyar á FIFA styrkislistanum

Í dag kunngjørdi altjóða fótbóltssamgongan, FIFA styrkislistan fyri mars.

 

Føroyska fótbóltslandsliðið heldur plássið, sum nummar 82 í heiminum. Í Noregi hómast ein lætti í norsku miðlunum um, at norska fótbóltslandsliðið liggur frammanfyri Føroyar á einum 81. plássi.

 

Okkara komandi mótstøðulið í HM-undankappingini hevur gjørt eitt lítið lop aftaná 2-0 sigurin í San Marino fyri stuttum. Andorra er lopið frá at verða nummar 203 til at verða nummar 200 á FIFA styrkislistanum.

 

Ísland er besta norðurlandið, og er nummar 23 á FIFA styrkislistanum. Svøríki er nummar 45 og Danmark er nummar 48. Noreg er nummar 81 og Føroyar eru nummar 82. Slakasta norðurlandið er Finnland, sum er nummar 99 á FIFA styrkislistanum.

 

Um ein hyggur eftir styrkismetingini hjá landsliðunum í okkara HM undankappingarbólki, so liggur Portugal á einum áttanda plássi, og Sveis er nummar 11. Ungarn er nummar 27, og Føroyar eru nummar 82. Lettland er nummar 111, og Andorra er nummar 200.