Framvegis sera nógv smittað við koronu

Í gjár vóru 81 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

2538 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 649 smittað og 10 eru innløgd við koronu í Føroyum.